FK Í HOYVÍK
Útgivið
5. oktober 2022
Útgongur
19. november 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir einum dugnaligum og fyrikomandi starvsfólki til matstovuna í Hoyvík at byrja beinanvegin.

Matstovan í Hoyvík ger siðbundnan og góðan gamaldags døgurðamat. Vit hava nógv at gera og nógvar afturvendandi gestir.

Arbeiðið fevnir um alt vanligt køksarbeiði og avgreiðslu av kundum.

Arbeiðstíðin er skiftandi í tíðarbilinum kl. 8-15.30 gerandisdagar og annanhvønn leygardag.

Starvið er fulltíðarstarv og lønin sambært sáttmála við Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Samrøður verða hildnar so skjótt sum til ber, og starvið verður sett sum skjótast ella eftir avtalu.

Tú fært meira at vita um starvið frá leiðaranum, Maud Matras, á tlf. 22 83 55 ella tlf. 66 00 58.

Umsókn skal sendast til: skrivstovan@fk.fo

ella

FK Hoyvík
Postboks 349
FO-188 Hoyvík
Att.: Maud Matras

Freist: skjótast gjørligt, men í seinasta lagi mikudagin 19. oktober 2022.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið