
Lýsing
Ert tú fyrikomandi, og ynskir tú eitt starv í eini fyritøku, har nøgdsemið og kundatænasta eru í hásæti? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Til støð okkara í Tórshavn, hava vit tørv á støðvakt at byrja skjótast til ber.
Tín uppgáva, sum støðvakt, verður m.a. at taka ímóti bíleggingum beinleiðis, umvegis telefon, teldupost og at skipa koyriætlanina fyri bilarnar. Eisini ert tu við til at røkja kioskina.
Vit bjóða eitt spennandi og ábyrgdarfult starv í einum livandi umhvørvi, har gerandisdagurin er væl skipaður. Og tú fært alla neyðuga vegleiðing og upplæring fyri at kunna útinna fjølbroyttu uppgávurnar til lítar.
Umsókn kan sendast til auto@auto.fo ella ring 215440 fyri at hoyra nærri.
Auto Taxi hevur í mong ár verið ein lyklapartur í gerandisdegnum hjá fólki í Tórshavn. Ein drúgv og roynd hýruvognsstøð, sum altíð lagar seg eftir tørvinum hjá kundanum
Bæði vinnulív og einstaklingar hava gagn av okkara tænastu.