Atlantic Airways
Útgivið
5. januar 2025
Útgongur
27. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eitt nýtt, spennandi, fjølbroytt starv í spildurnýggja simulatordeplinum, Atlantic Airways, Atlantic Airways Aviation Academy (AAAA), er nú tøkt at søkja.

Ert tú ein, ið dámar at hava nógvar bóltar í luftini samstundis, ert væl skipað/ur og úvend/ur, so er tað kanska tær, vit leita eftir. Somuleiðis hevur tað stóran týdning, at tú hevur góðar søluførleikar.

Saman við restini av toyminum fert tú at mynda og menna nýtt, altjóða arbeiðspláss, har tú m.a. fert at taka ímóti kundum, og sostatt verður tú eitt av andlitunum úteftir. Samstundis verður tú ein av høvuðsábyrgdarpersónunum, tá ið tað kemur til sølufremjandi virksemi og at fylgja upp uppá td. tilboð, venjingar o.a.

Í tøttum samstarvi við Head of Training (HoT) og FSTD-leiðaranum mynda og leiða tit alt dagliga virksemið soleiðis, at AAAA altíð er í samsvari við øll myndugleikakrøv.

Starvið
Talan er um eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv, har tú saman við restini av toyminum á AAAA, fert at mynda gerandisdagin og tilhoyrandi uppgávur.

Tað verður m.a. tín uppgáva at:

  • At taka tær av uppsøkjandi sølu, geva og fylgja upp á tilboð
  • Umsita bókingarskipanina
  • Samskifta við kundar og taka tær av øllum teimum praktisku viðurskiftunum ísv. venjingar
  • Samstarva við restina av toyminum ísv. lógarkrøv frá Trafikstyrelsen
  • Tryggja, at øll lógarkravd skjøl eru í lagi ísv. venjingar
  • At tryggja, at politikkir og mannagongdir verða fylgdar og eru dagførd sambært myndugleikakrøvum

Um teg:

  • Tú ert útvend/ur og fyrikomandi
  • Tú brennir fyri sølu (B2B) og hevur gott sølutev
  • Tú ert forvirkin (proaktiv/ur), fleksibul og hevur góð samstarvsevni
  • Tú arbeiðir skipað, hevur gott yvirlit og eyga fyri smálutum
  • Tú dugir væl enskt í skrift og talu

Vit bjóða tær...

  • eitt avbjóðandi og fjølbroytt starv við nógvum ymiskum uppgávum
  • eitt dynamiskt arbeiðspláss, har tú fert at hava ein týðandi og sjónligan leiklut
  • eitt spennandi starv, har tú verður við til at menna eitt nýtt arbeiðspláss og eina heilt nýggja vinnugrein
  • at gerast partur av einum lítlum, vælvirkandi toymi, har ferðin ofta er høg, og nógvir bóltar eru í luftini samstundis

Setan
Løn- og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðið er í nýggja simulatordeplinum Atlantic Airways Aviation Academy við flogvølin.

Fyrisitingarligi samskiparin vísir til Hans Erik Jakobsen, Head of Training, og Jóhonnu á Bergi, stjóra.

Tað er eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarkrøvini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanning av lívsrensli (cv).

Umsókn
Send tína umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og møguligum viðmælum við at trýsta HER. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. januar 2025. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú vita meira?
Vinaliga set teg so í samband við Hans Erik Jakobsen, HoT, á telefon +298 213706 ella við telduposti hanserik@atlantic.fo ella Jóhonnu á Bergi, stjóra, á telefon +298 213730 ella við telduposti johanna@atlantic.fo

Um AAAA:
Vit bjóða framkomnar simulatorvenjingar við tveimum simulatorum: Airbus A320 og AW139, umframt venjingar í Hoist Trainer. AAAA veitir bæði grundvenjing og afturvendandi venjingar í einum nýmótans simulatordepli, sum fyrireikar flogskiparar at megna eitt breitt úrval av førleikum í einum av mest fjøltáttaðu simulatordeplum í Evropa.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið