FISKASTYKKIÐ
Útgivið
28. november 2022
Útgongur
9. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kundi tú hugsað tær at staðið á odda fyri kaféini á Fiskastykkinum komandi ár?

Vit søkja eftir dagligum leiðara til kaféina at byrja 16. januar 2023.

Talan er um barnsburðarfarloyvisstarv, og starvið er tíðaravmarkað til hálvan februar 2024.

Kaféin á Fiskastykkinum lat upp í 2019, og hevur síðani verið í rúkandi menning við nógvum gestum, bæði føroyingum og ferðafólkum

Starvið verður skipað sum eitt samstarv við høvuðsleiðaran. Vit bjóða eitt spennandi starv í einum lívligum umhvørvið við fittum starvsfeløgum.

Tín uppgáva verður at tryggja eitt høgt tænastustøðið og eina framhaldandi menning av kaféini. Tú hevur m.a. ábyrgdina av dagligu gongdini, planlegging av arbeiðsætlanini, marknaðarføring og starvsfólkatrivnaði. Eisini verður tú ein partur av starvsfólkatoyminum á kaféini.

Vit ynskja, at tú ert tænastusinnað/ur, ábyrgdarfull/ur og hevur hug at geva títt íkast til Fiskastykkið.

Umsóknir kunnu sendast til fiskastykkid@fiskastykkid.fo

Freistin at søkja starvið er 9. des og setanarsamrøður verða í viku 50.

Um tú ynskir at frætta nærri, kanst tú venda tær til Beatu, dagligan leiðara, á tlf. 251621 ella til Jónleyg, høvuðsleiðara, á tlf. 260305.

Vit gleða okkum til at hoyra frá tær!

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið