Lýsing
Vit leita eftir tær, sum ynskir ein gerandisdag í einum fakligum endurvenjingar umhvørvi við kompetentum starvsfelagum.
Talan er um trý spennandi størv – eitt farloyvisstarv í medisinska toyminum, eitt styttri farloyvisstarv í psykiatriska toyminum og eitt nýtt fast starv við blandaðum uppgávum á deildini. Ætlanin við nýggja starvinum er at menna heitvatnshyltilboðið á Landssjúkrahúsinum. So hevur tú hug at starvast í skurðøkinum, medsinska økinum ella psykiatriska økinum so er góðir starvsmøguleikar.
- Fasta starvið venjingarhylinum/allari deildini er á brøki 1,0 (40 tímar) til setan 01.08.2022 ella eftir nærri avtalu.
- Farloyvisstarvið í medisinska toyminum er á brøki 1,0 (40 tímar) til setan 01.08.2022 til 31.07.2023 ella eftir nærri avtalu.
- Farloyvisstarvið í psykiatriska toyminum er á brøki 0,875 (35 tímar) til setan 01.08.2022 til 31.12. 2022 ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
Starvið í heitvatnshylinum / øll serøki:
Vit fara at leggja meiri orku í og menna venjingartilboðini í heitvatnshylinum á Landssjúkrahúsnium. Í hesum sambandi seta vit fysioterapeut at menna og standa fyri hesum tilboðið. Hugsandi er at tann setti fysioterapeuturin eisini skal røkja aðrar uppgávur, meðan hinir terapeuarnir síðan hjálpa til í venjingarhylinum. Hetta kann verða á skurðøkinum, medsinska økinum, intensiva økinum ella psykiatrsika økinum. Alt eftir hvar kompetansurnar verða best brúktar.
Starvið í medisinska toyminum:
Vit leita eftir einum fysioterapeuti at verða partur av medisinska toyminum. Í løtuni er høvuðsuppgávan á B6, ið er ein medisinsk deild við nýggju sergreinum. Onko-, gastroentero-, endokrino-, hemato-, reumato-, dermato-, nephro-, infektiónsmedisin, og palliatión. Deildin tekur móti elektivum og akuttum sjúklingum.
Arbeiðsøkið hjá fysioterapeutunum er at kanna, útgreina, viðgerða/endurvenja medisinskar sjúklingar, umframt at hjálpa til á øðrum økjum um neyðugt.
Í medisinska toyminum eru 8 fysioterapeutar. Teirra arbeiði er á seingjardeildunum og við ambulantum sjúklingum, einstaklingaviðgerð og bólkaviðgerð.
Starvið í psykiatriska toyminum:
Vit leita eftir einum fysioterapeuti, helst við royndum innan psykiatri ella áhuga fyri psykiatri, at verða partur av psykiatriska toyminum í eitt styttri tíðarskeið.
Á psykiatriska deplinum verður tú ein partur av einum tvørfagligum toymi, ið arbeiðir út frá sjónarhorninum at kroppur og psyka hanga saman. Uppgávan hjá fysioterapeutunum er at arbeiða við kroppinum, við td kroppsterapi, somatisk fysioterapi, undirvísing og vegleiðing arbeitt verður bæði individuelt og við bólkum. Endamálið er at betra fysiska og psykiska støði, at fremja heilsu og fyribyrgja sjúku. Arbeitt verður m.a. við viðgerðarháttinum BBAT (Basic Body Awareness Therapy).
Arbeiðsøkið er at kanna, útgreina, viðgerða/endurvenja psykiatriskar sjúklingar, umframt at hjálpa til á øðrum økjum um neyðugt.
Í psykiatriska toyminum eru 2 fysioterapeutar. Teirra arbeiði er á seingjardeildunum P40, PI (lukka deild) og PA (opin deild) og við ambulantum sjúklingum, einstaklingaviðgerð og bólkaviðgerð.
Um deildina
Ergo- og fysioterapideildin er ein deild við 22 starvsfólkum. Deildin er tvørgangandi og veitir tænastu til allar deplar. Arbeitt verður við bæði innløgdum og ambulantum sjúklingum, og er fysioterapi ein týðandi partur av viðgerðini, sum er knýtt at ymsum sergreinum. Somuleiðis er fysioterapi partur av at optimera og tryggja sjúklingagongdir.
Arbeitt verður evidensbaserað vísandi til nýggjastu gransking, og tí er týðandi, at tú fylgir væl við hvat rørir seg á økinum.
15 fysioterapeutar starvast á deildini, sum saman við 5 ergoterapeutum og einum audiologopedi veita serkøna endurvenjing á Landssjúkrahúsinum.
Deildin er skipað við deildarleiðara, umframt tveimum varaleiðarum, ið eru ávikavist ergoterapeutur og fysioterapeutur. Harumframt starvast eitt hjálparfólk á deildini.
Krav:
- Góðkenda útbúgving og autorisatión sum fysioterapeutur
Vit vænta:
- At tú hevur fakligar royndir innan sergreinarnar og evnar at brúka reflektión sum lið í menningini hjá sjúklinginum.
Sjúkrahúsverkið nýtir talgildan sjúklingajournal, og tí skal tú hava góðar telduførleikar.
Dentur verður lagdur á:
- At tú dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum
- At tú tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymsum uppgávum
- At tú hóskar væl til verandi toymið, bæði fakliga og persónliga
- At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
- At tú fylgir væl við nýggjastu gransking á økinum
- At tú megnar at samstarva við ymsar fakbólkar.
Vit kunnu bjóða:
Eitt fakliga avbjóðandi umhvørvi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og kompetentum starvsfelagum í eitt av landsins størsta arbeiðsplássum. Vit hava fokus á innanhýsis frálæru og førleikamenning, og hava eitt vakið eyga við nýggjastu gransking innan okkara økið. Um ársskiftið flyta vit ætlandi í nýtt og spennandi umhvørvi í nýggja H-bygninginum.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsningar um størvini fáast við at venda sær til Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterpideildini, tlf. 211602 ella á t-post til alvha@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 15.07.2022.
Prógv skal havast við til møguliga samrøðu.
Vinarliga søk starvið her.
Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.