Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
5. juni 2024
Útgongur
17. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Frá 1. august 2024 ella eftir nærri avtalu.

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru 22 seingjarpláss, harav ein rehabiliteringsdeild við 9 seingjarplássum. Á ergo- og fysioterapideildini starvast 14 fólk; 2 ergoterapeutar, 8 fysioterapeutar, 1 heilsurøktari, 1 psykomotoriskur terapeutur, neurosálarfrøðingur og logopedur. Bandagisttænastan Sahva er eisini knýtt at deildini.

Ergo- og fysioterapiin skipar, saman við seingjardeild, rehabilitering til innlagdar sjúklingar, og uppfylgjandi rehabilitering eftir tørvi. Umframt hetta eru ymisk viðgerðartilboð staðsett á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so sum venjing til børn við CP ella øðrum kropsligum avbjóðingum, rehabilitering til fólk við seinheilaskaða, giktasjúkum, sclerose, endurvenjing eftir skurðviðgerð, so sum hondkirurgi og ortopedkirurgi sum heild.

Søkt verður eftir 1 fysioteapeuti starvsbrøk 0,75 til rehabilitering innan krabba- og hjartaøkið

Krav:

  • Góðkenda útbúgving og autorisatión sum fysioterapeutur

Vit vænta at tú:

  • hevur holla vitan og kunnleika um fakøkið
  • hevur royndir við rehabilitering innan krabba- og hjartaøkið
  • hevur áhuga og møguligar royndir innan barnaøkið
  • hevur góð evni at samstarva og samskipa, eisini tvørtur um fakøkir
  • hevur evnir at arbeiða sjálvstøðugt, í toymi og við bólkum
  • ert álítandi, ábyrgdarfull/-ur og fyrikomandi
  • ert fleksibul og sært møguleikar framum forðingar
  • hevur ein hugburð, sum stuðlar góðum trivnaði og góðum arbeiðsumhvørvi.

Søkt verður eftir 1 fysioteap euti starvsbrøk 0,75 til rehabilitering til fólk við seinheilaskaða
Krav:

  • Góðkenda útbúgving og autorisatión sum fysioterapeutur

Vit vænta at tú:

  • hevur holla vitan og kunnleika um fakøkið
  • hevur royndir innan rehabilitering til fólk við seinheilaskaða
  • dugir væl at samskifta í skrift og talu
  • hevur góð evni at samstarva og samskipa, eisini tvørtur um fakøkir
  • hevur evnir at arbeiða sjálvstøðugt, í toymi og við bólkum
  • ert álítandi, ábyrgdarfull/ -ur og fyrikomandi
  • ert fleksibul og sært møuleikar framum forðingar
  • hevur ein hugburð, sum stuðlar góðum trivnaði og góðum arbeiðsumhvørvi.

Vit bjóða:

  • eina væl útgjørda fysioterapi, við fakligheit á høgum støði
  • eitt dynamiskt arbeiðsumhvørvi
  • eitt tvørfakligt umhvørvi
  • eitt arbeiðsumhvørvi, ið setur prís uppá góðar sosialar relatiónir.

Lønar og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelag Føroya.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Benadictu Sólheim Ellingsgaard, telefon 235467, ella teldupost benadicta@ks.fo

Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er 17. juni 2024, kl. 12.00

Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni”Sjúkrahúsið”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og
Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Dámar tær buldur og brak?   Faroe Islands nýtt
27. februar 2026
27. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið