Lýsing
Ergo- og Fysioterapideildin á Landssjúkahúsinum hevur eitt avloysarastarv leyst at søkja í psykiatriska toyminum frá 01.02.24 til 31.07.24 í starvsbrøki 0,875 (35 tímar) ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
Vit leita eftir einum fysioterapeuti, helst við royndum innan psykiatri ella áhuga fyri psykiatri, at verða partur av psykiatriska toyminum í eitt styttri tíðarskeið.
Á psykiatriska deplinum verður tú ein partur av einum tvørfagligum toymi, ið arbeiðir út frá sjónarhorninum at kroppur og psyka hanga saman. Uppgávan hjá fysioterapeutunum er at arbeiða við kroppinum, við td kroppsterapi, somatisk fysioterapi, undirvísing og vegleiðing. Endamálið er at betra fysiska og psykiska støði, at fremja heilsu og fyribyrgja sjúku. Arbeitt verður m.a. við viðgerðarháttinum BBAT (Basic Body Awareness Therapy).
Arbeiðsøkið er at kanna, útgreina, viðgerða/endurvenja psykiatriskar sjúklingar, umframt at hjálpa til á øðrum økjum um neyðugt.
Í psykiatriska toyminum eru 2 fysioterapeutar. Teirra arbeiði er á seingjardeildunum P40, PI (lukka deild) og PA (opin deild) og við ambulantum sjúklingum, einstaklingaviðgerð og bólkaviðgerð.
Um deildina
27 starvsfólk úr ymsum fakbólkum eru á deildini, sum virkar tvørgangandi við uppgávum á øllum deplum, harav 16 eru fysioterapeutar. Arbeitt verður evidensbaserað við støði í nýggjastu gransking.
Deildin er skipað við deildarleiðara, umframt tveimum varaleiðarum, ið eru ávikavist ergoterapeutur og fysioterapeutur.
Krav:
- Góðkenda útbúgving og autorisatión sum fysioterapeutur.
Fyrimunur er:
- At tú hevur fakligar royndir innan fakøki.
- At tú hevur eftirútbúgving innan øki.
- At tú evnar at brúka reflektión sum lið í menningini hjá sjúklinginum.
- At tú hevur góðar telduførleikar. Sjúkrahúsverkið nýtir talgildan sjúklingajournal.
Dentur verður lagdur á:
- At tú dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum.
- At tú tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymsum uppgávum.
- At tú hóskar væl til verandi toymið, bæði fakliga og persónliga.
- At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt.
- At tú megnar at samstarva við ymsar fakbólkar.
- At tú fylgir við nýggjast menning á økinum.
Vit eru eisini áhuga í fysioterapeutum, ið hava førleikar innan onnur øki, eitt nú lymfødemviðgerð, gyn/obs, fysioterapi til psykiatriskar sjúklingar o.s.fr.
Vit bjóða:
Eitt fakliga avbjóðandi umhvørvi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og kompetentum starvsfelagum í eitt av landsins størsta arbeiðsplássum. Vit hava fokus á innanhýsis frálæru og førleikamenning, og fylgja væl við nýggjastu gransking innan økið. Í næstum flytir deildin í nýtt umhvørvi í H-bygninginum.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterapideildini, tlf. 211602 ella á t-post til alvha@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 25.01.2024
Vinarliga søk starvið her.
Prógv skal havast við til møguliga samrøðu.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.