Almannaverkið
Útgivið
5. juni 2025
Útgongur
18. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

– Eitt starv, har hvørt fet ger munin.

Um starvið
Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv 32 tímar um vikuna í toyminum í Tórshavn. Starvið er til setan frá 01.07.2025 og til 01.09.2026. Møguleiki er fyri tillaging av tímunum.

Arbeiðsuppgávur
Høvuðsuppgávan hjá fysioterapeutinum er at veita endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing til borgarar í arbeiðsførum aldri, har tað við venjing ber til, heilt ella partvíst, at endurvinna mistar førleikar, ella at tálma eini møguligari afturgongd av førleikum. Málið er, at borgarin fær eitt so virkið og sjálvstøðugt arbeiðs- og heimalív sum gjørligt.

Arbeiðið er skipað í einum tvørfakligum hugsanarhátti, har fysioterapeuturin brúkar ymisku háttaløgini og fakøkini á bestan hátt. Uppgávurnar eru millum annað at viðgera umsóknir um endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing, at veita kropsliga venjing, økja kropskensluna, rørsluna, styrkina og stabilitetin og at betra um úthaldni og javnvág.

Harumframt verður dentur lagdur á at betra um gonguførleika og at finna røttu tillagingina, sum styðjar undir venjingina og sjálvstøðið hjá borgaranum í gerandisdegnum. Metast skal um førleikar viðvíkjandi tænastum, venjingum og fyriskipanum. Tíð er eisini til fyrisitingarligar uppgávur og at leggja til rættis.

Talan er um spennandi og sjálvstøðugt starv, sum tekur útgangsstøði í veruleikanum og avbjóðingunum hjá tí einstaka borgaranum. Við einum góðum eyga fyri styrki og førleikum er uppgávan at leggja venjingina til rættis, so hvør tími flytur borgaran nærri settum máli.

Afturat venjing í venjingarhøli kann venjingin eisini skipast í tí umhvørvi, sum borgarin vanliga ferðast í, soleiðis at vit á bestan hátt betra um gerandisdagin hjá viðkomandi.
Talan er bæði um venjingar í bólki og einstaklingavenjingar. Roknast skal við nakað av koyring í sambandi við uppgávurnar.

Tú fert at starvast í tøttum samstarvi við hinar átta ergoterapeutarnar og átta fysioterapeutarnar, sum í løtuni starvast á deildini.

Tú gerst partur av eini deild, sum er í ferð við at byggja upp viðlíkahaldsvenjing til heimabúgvandi borgarar.

https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144728&DepartmentId=19069&MediaId=4615

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið