LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
24. januar 2023
Útgongur
5. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir tær, sum ynskir ein gerandisdag í einum fakligum endurvenjingar umhvørvi við kompetentum starvsfelagum og sum hevur hug at arbeiða við neurologi.

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir fysioterapeuti. Talan er um eitt farloyvisstarv frá 01.03.23 til 31.12.23 í starvsbrøki 1,0 (40 tímar) ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
Vit leita eftir einum fysioterapeuti at verða ein av trimum fysioterapeutum í apoplexi/nerurologi toyminum. Arbeiðsøkið er at kanna, útgreina, viðgerða/endurvenja apoplexi/nerurologisjúklingar, umframt at hjálpa til á øðrum økjum um neyðugt. Neurologitoymið er partur av medisinska toyminum.

Í medisinska toyminum eru 7 fysioterapeutar. Teirra arbeiði er á seingjardeildunum og við ambulantum sjúklingum. Arbeiðið umfatar einstaklingaviðgerð og bólkaviðgerð.

Vit eru eisini áhuga í fysioterapeutum, ið hava førleikar innan onnur øki, eitt nú lymfødemviðgerð, gyn/obs, skurðøki, annað medisin, fysioterapi til psykiatriskar sjúklingar o.s.fr.

Um deildina
Ergo- og fysioterapideildin er ein deild við 25 starvsfólkum. Deildin er tvørgangandi og veitir tænastu til allar deplar. Arbeitt verður við bæði innløgdum og ambulantum sjúklingum, og er fysioterapi ein týðandi partur av viðgerðini, sum er knýtt at ymsum sergreinum. Somuleiðis er fysioterapi partur av at optimera og tryggja sjúklingagongdir.
Arbeitt verður evidensbaserað vísandi til nýggjastu gransking, og tí er týðandi, at tú fylgir væl við hvat rørir seg á økinum.

16 fysioterapeutar starvast á deildini, sum saman við 5 ergoterapeutum, audiologopedi, neurosálarfrøðingi, sálarfrøðingi og kliniskum sexologi veita serkøna endurvenjing á Landssjúkrahúsinum.
Deildin er skipað við deildarleiðara, umframt tveimum varaleiðarum, ið eru ávikavist ergoterapeutur og fysioterapeutur. Harumframt starvast eitt hjálparfólk á deildini.

Krav:

Góðkenda útbúgving og autorisatión sum fysioterapeutur.

Fyrimunur um:

At tú hevur fakligar royndir innan neurologi.

At tú evnar at brúka reflektión sum lið í menningini hjá sjúklinginum.

At tú hevur góðar telduførleikar. Sjúkrahúsverkið nýtir talgildan sjúklingajournal.

Dentur verður lagdur á:

At tú dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum.

At tú tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymsum uppgávum.

At tú hóskar væl til verandi toymið, bæði fakliga og persónliga.

At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt.

At tú fylgir væl við nýggjastu gransking á økinum.

At tú megnar at samstarva við ymsar fakbólkar.

Vit bjóða:

Eitt fakliga avbjóðandi umhvørvi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og kompetentum starvsfelagum í eitt av landsins størsta arbeiðsplássum. Vit hava fokus á innanhýsis frálæru og førleikamenning, og hava eitt vakið eyga við nýggjastu gransking innan okkara økið. Í næstum flyta vit ætlandi í nýtt og spennandi umhvørvi í nýggja H-bygninginum.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterpideildini, tlf. 211602 ella á t-post til alvha@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 05.02.2023.
Prógv skal havast við til møguliga samrøðu.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið