Lýsing
Vit leita eftir tær, sum hevur hug at arbeiða við medisinskum sjúklingum í einum høgum fakligum umhvørvi saman við kompetentum starvsfelag um.
Talan er um eitt fast starv frá 01.09.2 3 í starvsbrøki 1,0 (40 tímar) ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
Arbeiðsøkið er at kanna, útgreina, viðgerða/endurvenja medisinskar sjúklingar. Tað kann verða innan hjarta- og lungnasjúku, gikt, krabba, diabetes/e ndokrinologi og neurologiskar sjúkur. Harumframt at hjálpa til á øðrum økjum um neyðugt.
Í medisinska toyminum eru 6 fysiot erapeutar, sum arbeiða á seingjardeildunum og við ambulantum sjúklingum. Arbeiðið umfatar einstaklingaviðgerð og bólkaviðgerð til innlagdar og ambulantar sjúklingar.
Um deildina
26 starvsfólk úr ymsum fakbólkum eru á deildini, sum virkar tvørgangandi við uppgávum á øllum deplum, harav 16 eru fysioterapeutar. Arbeitt verður evidensbaserað við støði í nýggjastu gransking.
Deildin er skipað við deildarleiðara, umframt tveimum varaleiðarum, ið eru ávikavist ergoterapeutur og fysioterapeutur.