Landssjúkrahúsið
Útgivið
1. december 2023
Útgongur
14. december 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir tær, sum hevur hug at arbeiða við medisinskum sjúklingum í einum høgum fakligum umhvørvi saman við kompetentum starvsfelagum.

Talan er um eitt fast starv frá 01.01.24 í starvsbrøki 0,875 (35 tímar) ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
Arbeiðsøkið er at kanna, útgreina, viðgerða/endurvenja medisinskar sjúklingar. Tað kann verða innan hjarta- og lungnasjúku, gikt, krabba, diabetes/endokrinologi og neurologiskar sjúkur. Harumframt at hjálpa til á øðrum økjum um neyðugt.

Í medisinska toyminum eru 6 fysioterapeutar, sum arbeiða á seingjardeildunum og við ambulantum sjúklingum. Arbeiðið umfatar einstaklingaviðgerð og bólkaviðgerð til innlagdar og ambulantar sjúklingar.

Um deildina
27 starvsfólk úr ymsum fakbólkum eru á deildini, sum virkar tvørgangandi við uppgávum á øllum deplum, harav 16 eru fysioterapeutar. Arbeitt verður evidensbaserað við støði í nýggjastu gransking.

Deildin er skipað við deildarleiðara, umframt tveimum varaleiðarum,  eru ávikavist ergoterapeutur og fysioterapeutur.

Krav:

  • Góðkenda útbúgving og autorisatión sum fysioterapeutur.

Fyrimunur er:

  • At  hevur fakligar royndir innan medisinskar sjúkur.
  • At  evnar at brúka reflektión sum lið í menningini hjá sjúklinginum.
  • At  hevur góðar telduførleikar. Sjúkrahúsverkið nýtir talgildan sjúklingajournal.

Dentur verður lagdur á:

  • At  dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum.
  • At  tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymsum uppgávum.
  • At  hóskar væl til verandi toymið, bæði fakliga og persónliga.
  • At  kanst arbeiða sjálvstøðugt.
  • At  megnar at samstarva við ymsar fakbólkar.
  • At  fylgir við nýggjast menning á økinum.

Vit eru eisini áhuga í fysioterapeutum,  hava førleikar innan onnur øki, eitt  lymfødemviðgerð, gyn/obs, skurðøki, annað medisin, fysioterapi til psykiatriskar sjúklingar o.s.fr.

Vit bjóða:
Eitt fakliga avbjóðandi umhvørvi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og kompetentum starvsfelagum í eitt av landsins størsta arbeiðsplássum. Vit hava fokus á innanhýsis frálæru og førleikamenning, og fylgja væl við nýggjastu gransking innan økið. Í næstum flytir deildin í nýtt umhvørvi í H-bygninginum.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterapideildini, tlf. 211602 ella á t-post til alvha@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 14.12.2023

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.

Líknandi størv

3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið