TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Lýsing
Vegna barsilsfarloyvið søkir heilsu- og umsorganartænastan eftir einum fysioterapeuti, sum brennur fyri at stuðla aldrandi borgaran soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið.
Um ikki skikkaður fysioterapeutur søkir starvið, kann annað starvsfólk við aðrari viðkomandi útbúgving setast í starvið.
Talan er um avbjóðandi og gevandi starv, har tú kemur at virka bæði í venjingarhølum, heima hjá borgaranum og á teimum ymisku eldrabústovnunum í heilsu- og umsorganartænastuni.
Vit søkja eftir:
- einum fysioterapeuti á setanarbrøki 0,9 svarandi til 36 tímar um vikuna í eitt tíðaravmarka starv frá 1. oktober 2022 til 31. juli 2023. Møguleiki er fyri lægri brøki
- um ikki skikkaður fysioterapeutur søkir starvið, kann annað starvsfólk við aðrari viðkomandi útbúgving setast í starvið
Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=143630