Runavíkar Kommuna
Útgivið
18. november 2025
Útgongur
7. december 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú grønar fingrar og elskar at arbeiða úti í náttúruni? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir, tí Runavíkar kommuna søkir eftir gartnara, sum vil vera við til fáa okkum at blóma.

Um starvið
Sum gartnari í Runavíkar kommunu fert tú at hava yvirskipaðu ábyrgdina av at røkja og prýða grønu økini. Tú fert m.a. at arbeiða við fríøkjum, í miðbýnum og kring kommunalar stovnar og bygningar v.m.

Tú fert eisini at hjálpa til og fríðka um í samband við ymisk tiltøk og hátíðarhald í kommununi.

Tú verður úti stóran part av degnum og við tí fært tú góðan møguleika fyri at ávirka egnan arbeiðsdag.

Starvsstaðurin er øll kommunan – úr Elduvík til Æðuvíkar, men tú arbeiðir út frá rakstrardeildini á Lambareiði. Tí er umráðandi at tú hevur koyrikort.

Vit ímynda okkum, at tú:

  • Ert útbúgving gartnari ella líknandi.
  • Hevur gott eygað fyri at prýða um og ert skapandi.
  • Ert røkin og arbeiðssom/-samur
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðug og í toymi.

 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir sum gartnari.

Tað praktiska

  • Starvsbyrjan: Í seinasta lagi 1. Februar 2026
  • Setanarsáttmáli: Eftir avtalu millum avvarandi fakfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
  • Umsóknarfreist: 7. Desember 2025
  • Send umsókn, lívsrensl og onnur viðkomandi skjøl umvegis www.alfred.fo

Spurningar?
Ring til Ragnar Rógvason, rakstrarleiðara, á tlf. 417000.

Kom við og set tín dám á grøna lívið í Runavíkar kommunu!

 

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið