Lýsing
Umhvørvisstovan søkir eftir gartnara í eitt farloyvisstarv til Skógrøkt.
Skógrøkt alir og selur føroyskan plantu- og viðarvøkstur á Gróðurstøðini í Miðhoydølum.
Starvið
Starvið fevnir um plantualing og -røkt, ráðgeving, sølu og annars at luttaka í dagliga virkseminum á Skógrøkt.
Førleikar
Vit vænta, at tú:
- ert útbúgvin gartnari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
- ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta
- dugir at leggja arbeiðið til rættis og arbeiða sjálvstøðugt
- hevur góð evni at samstarva við onnur
- Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi royndir, eitt nú innan plantualing, ella aðrar handverksligar førleikar.
Setan
Starvið verður sett skjótast tilber. Starvið er eitt farloyvisstarv fram til august 2026.
Talan er um fulltíðarstarv, og arbeiðið kann av og á fevna um skeivar arbeiðstíðir, langar arbeiðsdagar og arbeiði leygardagar.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá Starvsfelagnum. Starvsstaðurin er á Gróðurstøðini í Miðhoydølum, Hvítanesvegur 3, 188 Hoyvík. Tann, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum.
Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum, skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 14. september 2025.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Jónu Lisberg, á telefon 234305 ella Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, á telefon 234388.
Til ber at søkja starvið her
Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja.