Umhvørvisstovan
Útgivið
13. juni 2025
Útgongur
6. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Umhvørvisstovan søkir eftir gartnara til Skógrøkt at byrja 1. septembur.

Skógrøkt alir og selur føroyskan plantu- og viðarvøkstur á Gróðurstøðini í Miðhoydølum.

Starvið
Starvið fevnir um plantualing og planturøkt, aliroyndir og arboretvirksemi.

Harumframt eru ráðgeving og søla týðandi partar av starvinum.

Førleikar
Vit vænta, at tú:

  • ert útbúgvin gartnari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
  • ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta
  • dugir at leggja arbeiðið til rættis og arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur góð evni at samstarva við onnur

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi royndir, eitt nú innan plantualing, ella aðrar handverksligar førleikar.

Setan
Starvið verður sett 1. septembur 2025. Talan er um fulltíðarstarv, og arbeiðið kann av og á fevna um skeivar arbeiðstíðir, langar arbeiðsdagar og arbeiði leygardagar.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá Starvsfelagnum. Starvsstaðurin er á Gróðurstøðini í Miðhoydølum, Hvítanesvegur 3, 188 Hoyvík. Tann, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum.

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum, skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 6. juli 2025.

Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Sigurð í Jákupsstovu , stjóra, á tlf. 234388.

Til ber at søkja starvið her.

Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið