Vága Kommuna
Útgivið
4. april 2023
Útgongur
18. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Við hesum verður søkt eftir gartnara til tekniska toymið hjá Vága kommunu. (endurlýsing)

Starvið:
Vága kommuna hevur við Visjón 2032 sett sær fyri, at vera ein framfýsin og fevnandi kommuna, har býarumhvørvi, trivnaður og burðardygg menning eru nakrar av grundsúlunum undir kommununi næstu 10 árini. Sum ein part av hesum, ynskir kommunan at menna tað grøna økið á ein burðardyggan hátt til frama fyri býarumhvørvið og trivna. Í tí sambandi verður søkt eftir einum gartnara at hava ábyrgdina av grøna økinum hjá Vága kommunu.

Tann setti kemur at hava yvirskipaðu ábyrgdina av grøna økinum hjá Vága kommunu. Hetta umfatar skipan og viðlíkahald av viðarlundum og miðstaðarøkjum, umframt at skapa og skipa møgulig nýggj grøn átøk og verð a toghaldari á verkætlanum á umhvørvisøkinum. Eisini fevna uppgávurnar um at fríðka uttanfyri stovnar, skúlar, sambýli, kirkjugarðar v.m.

Førleikar:
Vit vænta av tær, at tú:

  • ert útbúgvin gartnari ella líknandi, ella hevur drúgvar royndir við tílíkum arbeiðið
  • hevur koyrikort til persónbil
  • ert skapandi, og hevur eyga fyri at prýða
  • ert røkin og vísur arbeiðssemi
  • kann arbeiða sjálvstøðugt, og í einum toymi
  • til tíðir hevur møguleika fyri at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir

Løn og setanartreytir:
Talan er um fulltíðarstarv. Starvið er verður lønt eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Setanarstaðurin er Vága kommuna og tann setti má tola at broytingar kunnu koma fyri í starvinum.

Gartnarin hevur tilvísing til tekniska leiðaran.

Setan:
Starvið verður sett skjótast gjørligt, men Vága kommuna bíðar fegin eftir rætta umsøkjaranum.

Umsókn
Søk á vanganum her, ella við at senda umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum, við telduposti til vaga@vaga.fo ella við vanligum posti til:

Vága kommuna
Hammershaimbsvegur 1
360 Sandavágur

 

Ynskir tú meira kunning um starvið, kanst tú seta teg í samband við Tórhall Johansen, tekniska leiðara, við at ringja á tlf.: 794405 ella á teldupost: torhallur@vaga.fo

Líknandi størv

9. februar 2026
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið