Smyril Line
Útgivið
13. januar 2025
Útgongur
26. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kundi tú hugsa tær eitt starv við útsýni yvir Atlantshavið? So hevur tú nú møguleikan at gerast partur av siglandi toyminum umborð á Norrönu, har vit leggja stóran dent á hugna, samanhald og at geva gestunum upplivingar.

Móttøkan er miðdepilin á okkara siglandi hotelli. Starvið sum móttøkufólk fevnir um at bjóða vælkomin, kunna, vegleiða og veita eina framúr tænastu við m.a. at hugsa loysnir í ymiskum støðum. Móttøkan samskiftir við allar deildir umborð, so vit kunnu veita gestunum tær bestu upplivingarnar. Tú verur partur av okkara stóra toymi, og vit taka væl ímóti tær.


Vit virðismeta, at tú hevur lætt við at fella í prát við fólk, og tú heldur, at virðiligt samskifti og hjálpsemi ger allan munin. Harumframt dugir tú vanligt teldubrúk, vanlig telduforrit og megnar at samskifta á enskum, týskum og norðurlendskum máli.

Starvssetan- og treytir
Starvið er fyribils tíðaravmarkað frá februar 2025 til november 2025, men við møguleika fyri at leingja setanina. Tú kemur at arbeiða skiftandi vaktir, og er talan um bæði longri túrar og vikuskiftistúrar. Tú siglir 1:1, ið merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn tær komandi 4 vikurnar heima.

Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.

Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Freist at søkja
Freistin av søkja er 26. januar 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.

Móttøkuleiðarin, Randi Nolsøe, hevur meira vitan um starvið. Tú er vælkomin at ringja á tel. 344845 ella senda ein fyrispurning umvegis receptionmanager@norrona.fo

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið