Gigni
Útgivið
6. oktober 2022
Útgongur
24. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Størvini eru:
36 tímar fast starv á smábarnaøkinum í Eysturoynni.
24 tímar tíðaravmarkað starv á skúlaøkinum í Suðuroynni. Starvið endar tann 30. juni 2023.

Størvini verða sett frá 1. desember 2022, ella eftir nærri avtalu.

Vit kunnu bjóða:

  • sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv
  • fakligt mennandi umhvørvi
  • at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum

Førleikar og eginleikar:
Vit vænta, at tú...

  • hevur útbúgving sum heilsufrøðingur
  • hevur løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • hevur góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.
  • ert ábyrgdarfull/-ur og álitisvekjandi
  • ert áhugað/-ur í fakligari menning

Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum á bachelorstøði at søkja størvini, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.

Upptøkutreytirnar eru:

  • útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði og danska løggilding
  • viðkomandi royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til trý ár við í minsta lagið 32 tímar arbeiðsviku. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føðiog barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barnapsykiatri ella heimatænasta. Ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 12 mánaðir til longdar og ein av starvssetanunum skal hava verið í minsta lagið 6 mánaðir.

Yvirskipað kann væntast, at raðfestingar og mannagongdir kunnu broytast í samband við menningartilgongdir.

Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. oktober 2022, kl. 12.00.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun Foldbo, fakligan stjóra, solrunf@gigni.fo tlf. 562394.

 

Líknandi størv

19. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið