Umsorganarheimið Gloria
Útgivið
1. september 2025
Útgongur
16. september 2025
Staður
Faroe Islands
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Vit sóknast eftir:

  • Fólki við royndum innan sosialt arbeiði, umsorgan, heilsu- ella námsfrøði (kann verða ein fyrimunur, men ikki ein treyt).
  • Sum kann arbeiða sjálvstøðugt og tvørfakligt.
  • Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur.
  • Hevur góð samstarvsevni og vilja til at samstarva við starvsfelagar og húsfólkini.
  • Ert álítandi, ágrýtin, og dámar væl avbjóðingar.
  • At tú ert tolin, rúmandi og rólig/ur av lyndi.
  • Sum dugir væl, at leggja arbeiði til rættis og megnar at hava fleiri uppgávur í senn.
  • At tú ert semjusøkjandi, hevur ábyrgdarkenslu fyri og ert við til, at arbeiðisplássið mennist, og at starvsfólkini trívast.
  • Likamliga og sálarliga væl fyri.
  • KT – førleika á brúkarastøði.

Vit bjóða:

  • Eitt fjølbroytt, týdningarmikið og meiningsfult arbeiði
  • Eitt áhugavert starv, har tú kanst seta tín dám á gerandisdagin
  • Góðar starvsfelagar
  • Góðar og tryggar arbeiðsumstøður
  • Góða innleiðslu, har tú fært góða upplæring í starvinum.

Umsókn og freist
Umsóknin við lívsrensli (cv), avrit av prógvum og øðrum viðkomandi tilfari skal sendast umvegis Alfred.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mamy Dahl Sørensen, leiðara á tlf. 220566 ella Hallgerð Akurstein, stýrislim á tlf. 752313.

Freistin at søkja starvið er týsdagin 16. september 2025.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.

Krøv til útbúgving og førleikar
Fólki við royndum innan sosialt arbeiði, umsorgan, heilsu- ella námsfrøði (kann verða ein fyrimunur, men ikki ein treyt).

Líknandi størv

KT-mennari til Føroya Tele   Faroe Islands nýtt
15. september 2025
Starvsfólk til reingerð   Faroe Islands nýtt
15. september 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið