P/F Varðin Pelagic
Útgivið
3. april 2023
Útgongur
10. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Á góðskudeildini er eitt starv sum góðskueftirlitsfólk nú leyst at søkja.

Av tí at eitt av okkara starvsfólkum fer frá vegna aldur, leita vit eftir einum nýggjum starvsfólki til okkara góðskueftirlit.

Starvið
Tú verður partur av góðskutoyminum, har arbeiðsuppgávurnar millum annað fevna um góðskumeting av rávøru og lidnari vøru, skráseting, sýnistøku, kanningar, móttøku og upplæring av nýggjum starvsfólkum til framleiðsluna, reinføriseftirlit og annað í sambandi við innaneftirlitið á virkinum. Eisini verður tú partur av einum toymi við framleiðsluformanni og tøkniformanni.

Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at rætti umsøkjarin hevur hesar fakligu og persónligu eginleikarnar:

  • Tú ert væl skipað/ur, støðug/ur og tekur ábyrgd.
  • Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og hevur jaligan hugburð til arbeiðsuppgávur sum heild.
  • Tú hevur góðan telduførleika og gott hegni at seta teg inn í nýggjar skipanir.
  • Tú trívist við skiftandi arbeiðsuppgávum, og trívist á einum arbeiðsplássi, har tað til tíðir er nógv ferð á.

Fyrimunur er, um tú hevur viðkomandi útbúgving sum laborantur, fiskivinnutøkningur ella líknandi fakligir førleikar og/ella royndir.

Setanarviðurskifti
Starvsstaður er á Tvøroyri. Starvast verður í vaktum á 12 tímar - skiftivís á dagvakt og náttarvakt. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært avtalu.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum o.ø skal sendast til vphr@vardin.fo. Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast mánadagin 10. apríl 2023

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Meira at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Eyð Eidesgaard, GHTU-leiðara, á tlf. 29 16 82 ella eyei@vardin.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið