Lýsing
Vit sóknast eftir einum álítandi, jaligum, røskum og sjálvstøðugum goymslufólki til okkara toymi á Landssjúkrahúsinum.
Um tær dámar væl at arbeiða við høgari ferð og at byrja dagin tíðliga, so kann hetta arbeiði vera júst nakað fyri teg. Talan er eitt fulltíðarstarv frá 7-15, og fríggjadag til 7-14. Starvið verður sett 1. oktober ella skjótast gjørligt eftir avtalu.
Felagsgoymslan á Landssjúkrahúsinum, sum er partur av Tænastudeplinum, umsitur nýtsluvørur til føroyska heilsuverkið. Talan er um veitingar til deildirnar í Sjúkrahúsverkinum. Harumframt eru veitingar til almennar stovnar og brúkarar / borgarar kring alt landið.