Landssjúkrahúsið
Útgivið
2. oktober 2024
Útgongur
16. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir einum fyrikomandi og røskum starvsfelaga.

Tú byrjar í starvinum 01.11.2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstarv, har arbeiðstíðin er frá kl. 7:00 til 15:00.

Felagsgoymslan á Landssjúkrahúsinum, sum er partur av Tænaststudeplinum, umsitur nýtsluvørur til føroyska heilsuverkið. Talan er um veitingar til deildirnar á Sjúkrahúsverkinum. Harumframt eru veitingar til almennar stovnar og brúkarar / borgarar kring alt landið.

Uppgávur í stuttum

  • at umsita vørumóttøku og vøruútflýggjan
  • at bera vørur út á deildirnar
  • at pakka bíleggingar
  • at røkja goymsluna

Væntanir til umsøkjara

  • tú er tænastusinnað/ur og hevur góð evni at samskifta og samstarva
  • tú ert væl fyri kropsliga
  • tú hevur hug og hegni at arbeiða sjálvstøðugt
  • tú ert røkin, álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • tú hevur ein hugburð, sum stuðlar undir góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði
  • tú hevur KT-førleikar á brúkarastøði (við serligum atliti til goymsluskipanir - ikki krav)

Vit bjóða
Vit bjóða ein spennandi gerandisdag saman við 10 dugnaligum og fittum starvsfelagum, har tú kanst fáa ávirkan á menningina av tænastuni hjá Felagsgoymsluni. Eisini bjóða vit eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan. Tú fært góðan stuðul og alla neyðuga upplæring.

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Finn Bjarna Hentze Samuelsen, deildarleiðara á Felagsgoymsluni, á telefon 234595 ella á teldupostadressu: bjasa@ls.fo

Umsóknarfreistin er 16.10.2024.

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið