Lýsing
Vit søkja eftir einum fólki at taka sær av dagliga rakstrinum av goymsluni hjá Arctic Import í Tórshavn.
Um arbeiðið:
Arbeiðið inniber at móttaka, pakka og klárgera vøru, halda goymsluna ruddiliga, halda vørugoymsluna dagførda, umframt ymiskt fyrifallandi arbeiði í samband við levering av vøru. Arbeiðið er bæði kropsligt og fyrisitingarligt. Vanliga arbeiðið er í dagtímunum, tó kann koma fyri, at vit arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Um teg:
Dámar broytingar og tillagingar
Álítandi
Áhugað/ur í at arbeiða við skannarum
Røkin
Áhugað/ur í logistikki
Rímuliga stinn/ur teldubrúkari
Hevur trukkloyvi (tó ikki ein treyt)
Dámar fyrisitingarligar uppgávur
Tú dugir skandinaviskt og føroyskt
Vit bjóða:
Góðar starvsfelagar
Trygg arbeiðsviðurskiftir
Løn eftir nærri avtalu
Arbeiðið byrjar: 1. august ella skjótast til ber
Umsóknarfreist: 20. juni 2022
Um Arctic Import:
Vit eru ein heilsølufyritøka sum hevur norðuratlantiska marknaðin sum sítt virkisøki. Arctic Import hevur deildir í Føroyum, Grønlandi og Danmark.
Hjá Arctic Import starvast umleið 90 fólk og harav umleið 8 fólk á deildini í Tórshavn.
Í deildini í Tórshavn selja vit alt hugsandi slag av non-food vørum til skúlar, stovnar og virkir.
Umsókn verður at senda til:
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til toymisleiðaran Mariu Brøðraberg á telefon 233662 ella á telduposti mbr@arcticimport.fo