Frost P/F
Útgivið
16. september 2023
Útgongur
15. oktober 2023
Staður
Á Hjalla 42, FO-188 Hoyvík, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
niclas@frost.fo

Lýsing

Hevur tú royndir við goymsluarbeiði, og vilt tú vera við til at skipa okkara nýslu av vørum.
So ert tú møguliga okkara komandi goymslufólk.

Á goymsluni á P/F Frost taka vit ímóti vøru til okkara kundar og vøru sum fer inn á okkara goymslu. Goymslan er á Hjalla í Tórshavn.

Arbeiðsuppgávur verða m.a.:

  • At umsita goymslu- og útkoyringar av vørum.
  • At umsita vørumóttøku og vøruútflýggjan.
  • Goymslustýring.
  • At røkja goymsluna.

Vit vilja, at tú:

  • Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
  • Hevur royndir innan goymslu og goymslustýring.
  • Tú arbeiðir effektivt og loysir bæði stórar og lítlar uppgávur við einum smíli.
  • At telduarbeiði fellur tær lætt. Vit brúka Dynamics 365 Business Central til goymslustýring.
  • At tú hevur koyrikort.

Vit bjóða tær:
Eitt gott starv á einum góðum arbeiðsplássi við fittum starvsfeløgum, har vit vilja gera nógv fyri starvsfólkatrivnaðin.

Talan er um eitt fulltíðarstarv við arbeiðsbili, har útkall til goymslu eftir vanliga arbeiðstíð kunnu koma fyri.

Løn:
Vit vilja bjóða góða løn til rætta fólkið.

P/F Frost fevnir víða í føroyska samfelagnum og veitir tænastur innan el og køling til vinnu,handil og skip.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Niclas A Poulsen, stjóra hjá P/F Frost, á tlf. 217811 ella við telduposti til niclas@frost.fo

Sendi umsøkn til niclas@frost.fo

Umsóknarfreist er 15 Oktober.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið