MEST
Útgivið
21. oktober 2025
Útgongur
9. november 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú áhuga fyri goymslu, vørurensli og kundatænastu?
MEST í Runavík søkir nú eitt ágrýtið goymslufólk at styrkja toymið í sølubúðini og goymsluni.
Tú verður partur av einum arbeiðsplássi við góðum trivnaði, dugnaligum starvsfeløgum og fjølbroyttum uppgávum innan maritima vinnu.

Um starvið
Sum goymslufólk fært tú eitt nú ábyrgd av vørumóttøku, eftirlit og skráseting av vørum, eins og at tryggja, at vørur verða rætt plaseraðar og tøkar til sølu.
Goymslan hjá MEST er tann størsta í landinum við yvir 50.000 ymiskum vørum.

Høvuðsuppgávur

  • Móttøka, skráseting og stemma av
    Skipa fyri logistikki av vørum
    Plukkan, útflýggjan og uppfylling í goymslu og sølubúð
    Kundatænasta og avgreiðsla av vørum til viðskiftafólk
    Samstarv við sølu, innkeyp og verkstøð

Vit ynskja, at tú:

  • ert opin og hevur lætt við at samskifta
    hevur góðan telduførleika
    ert ágrýtin, álítandi og skipað/ur í arbeiði
    hevur áhuga í mekaniskum og/el-lutum
    royndir innan goymslu og logistikk eru ein fyrimunur (ikki krav)

Vit bjóða

  • góða innleiðslu og møguleika fyri fakligari menning innan logistikk
    innlit í maritima virksemið og tænastur til kundar á sjógvi og landi
    eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði og breiðum samstarvi tvørtur um deildir
    góðar arbeiðsumstøður og møguleika fyri menning innan fyritøkuna
    løn eftir avtalu

Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvi er 09. november 2025

Send umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum gjøgnum leinkjuna her á síðuni.

Nakað fyri teg?
Vilt tú vita meiri, kanst tú seta teg í samband við Eirik Joensen Goymsluleiðara okkara, á ejo@mest.fo ella á tel. 79 11 77.

Les meira og søk starvið á https://mest.totalview.cloud/recruitment/Vacancy/Index/97

Vit eru MEST
Ein fyritøka á fimm hundrað hegnig fólk, sum hvønn morgun tørna til á føroyskum skipasmiðum og verkstøðum og í frálandavinnuni úti í heimi. Vit smíða og bøta um bátar og skip, tilevna tól úr klingandi stáli, skaffa nýtt fyri slitið og brotið og hiva og sleipa mangt less upp á pláss.

Vit eru í Havn, Runavík og á Skála, og hevur tú hug og hendur, kanst tú koma við.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið