Rúsdrekkasøla Landsins
Útgivið
20. februar 2026
Útgongur
15. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv

Lýsing

Rúsdrekkasøla Landsins sóknast eftir einum ágrýtnum og dugnaligum goymsluleiðara til høvuðsgoymslu okkara. Høvuðsgoymslan er snúningsdepilin fyri øllum flutningi til viðskiftafólk og handlar okkara í Føroyum.

Starvið
Sum goymsluleiðari verður tín uppgáva at samskipa og taka lut í dagliga arbeiðinum á goymsluni. Tú fært ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum og stórari ábyrgd, har tú fært møguleika at seta tín dám á arbeiðið og mannagongdir, soleiðis at goymslan og goymslustýringin er so skynsom sum gjørligt.

Førleikar
Vit vænta, at tú:

  • Hevur viðkomandi útbúgving ella royndir frá goymsluarbeiði
  • Ert skipað/ur og dugir at skipa arbeiðið hjá tær og tínum starvsfólkum
  • Ert ágrýtin og álítandi
  • Dugir at leiða og motivera tíni starvsfólk
  • Dugir at samstarva við viðskiftafólk, samstarvsfelagar, leiðslu og hinar deildirnar í fyritøkuni
  • Hevur royndir við KT-skipanum - Rúsdrekkasøla Landsins nýtir Business Central
  • Hevur trukkloyvi

Arbeiðstíðir- og staður
Tín arbeiðsstaður verður á høvuðsgoymsluni, sum nú er á Hjalla. Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Nakað av meirarbeiði kann væntast til størri tiltøk og høgtíðir.

Løn- og setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Tú verður flokkað/ur sum deildarleiðari í 8. flokki.

Umsóknarfreist
Skrivlig umsókn saman CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til starv@rusan.fo. Viðmerk “Goymsluleiðari” í evnisteigin.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 15. mars 2026. Starvsbyrjan er 1. mai 2026 ella eftir nærri avtalu.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Áka Johannesen Dahl, sølu- og tænastuleiðara, á 290410.

 

Rúsdrekkasøla Landsins er stovnur undir Tilfeingis- og vinnumálaráðnum, ið hevur einkarætt til innflutning og sølu av rúsdrekka.
Rúsdrekkasøla Landsins er stovnur undir Tilfeingis- og vinnumálaráðnum, ið hevur einkarætt til innflutning og sølu av rúsdrekka.
Rúsdrekkasøla Landsins skal útvega viðskiftafólkum sínum góðskuvørur, skapa fortreytir fyri einum vælvirkandi søluneti kring landið og samstundis virka fyri at røkka rúsdrekkapolitisku málunum, ið sett verða.
Rúsdrekkasøla Landsins hevur 8 handlar kring landið, umframt eina høvuðsgoymslu og eina høvuðsskrivstovu.
Dagliga starvast meira enn 50 fólk hjá Rúsdrekkasølu Landsins.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið