Vónin
Útgivið
1. juli 2024
Útgongur
15. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv í eini altjóða fyritøku, sum er ein av fremstu innan sítt økið. Arbeiðsstaðurin er á deild okkara í Fuglafirði, sum í høvuðsheitum vendir sær til uppisjóvarskipini.

Starvið:
Sum goymsluleiðari verður tín uppgáva at leiða og skipa goymsluna og syrgja fyri, at røttu vørurnar eru á goymslu í samstarvi við sølu-, framleiðslu- og innkeypsdeildina. Tín uppgáva verður eisini áhaldandi at optimera goymsluna fyri at tryggja, at arbeiðsgongdirnar eru so effektivar sum gjørligt.

Høvuðsuppgávur:

  • Leiða og skipa dagliga virksemið í goymsluni.
  • Tryggja, at røttu vørurnar eru til taks í rættari mongd.
  • Samskifta við kundar og gera tilboð í samstarvi við søludeildina.
  • Tryggja skrásetingar og handfaring av vørum.
  • Áhaldandi optimera arbeiðsgongdir og goymsluskipanir.
  • Leiða og motivera starvsfólkini í goymsluni.

Førleikar:
Vit ímynda okkum, at tú ert útbúgvin ella hevur royndir sum goymslufólk.

Vit vænta, at tú ert:

  • Skipaður, ágrýtin og álítandi.
  • Dugir at arbeiða við teldu, og er tað ein fyrimunur um tú hevur royndir við Dynamics NAV skipanini.
  • Leiðsluevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.
  • Góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga, á føroyskum, norðurlendskum og enskum.

Starvstreytir:
Lønarviðurskifti og setanartreytir verða sambært avtalu við leiðsluna.

Umsókn:
Vil tú vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Hjalmar Petersen á telefon 214392.

Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. juli og skulu sendast til hjalmar@vonin.com við evninum “goymsluleiðari”.

Um okkum:
Vónin varð stovnað í 1969 og er í dag ein av heimsins fremstu framleiðarum av fiskireiðskapi og aliútgerð við deildum í Føroyum, Kanada, Grønlandi, Noregi, Litava, Danmark og Scotlandi. Í samtakinum starvast umleið 450 fólk. Deild okkara í Fuglafirði er høvuðssætið í samtakinum og stendur fyri framleiðslu og viðlíkahald av fiskireiðskapi til uppisjóvarvinnuna og hevur kundar bæði í Føroyum og uttanlands. Á deildini í Fuglafirði starvast áleið 30 fólk. Vit gleða okkum til at fáa tína umsókn!

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið