Lýsing
Vit á Nudlavirkinum hava øgiliga nógv at gera og duga alt møguligt. Men nú tann yngsti av okkum er vorðin 30 ár, leita vit eftir nýggjum kryddi, og tað má gjarna vera spicy.
Vilt tú verða okkara grafiski lærlingur?
Vilt tú hjálpa okkum við nógva arbeiðinum, samstundis sum vit læra teg alt tað, sum vit duga?
Vit ímynda okkum eina nudlu, sum kann nikka játtandi til vørulýsingina niðanfyri:
- dámar sosialar miðlar og talgilt samskifti
- hevur royndir við Canva og TikTok
- mungar eftir at læra gott snið
- hevur høgan arbeiðsmoral, hugsar og arbeiðir skjótt
- brýtur samrøður av, tá ið tú hevur rætt
Um okkum:
- munga eftir góðum samskifti
- hava tað stuttligt til arbeiðis
- samskifta bersøgið og beinleiðis, tó við denti á fólkaskikki
- gapa málleys, tá tú kløkkar okkum við genialitetum
- lurta, tá tú tosar
- men tora at siga frá, tá tú ikki hevur rætt
- trúføst ímóti tær og tínum
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Miu H. Smith, á tlf 50 98 48, ella um teldupost mhs@nudlavirkid.fo
Umsóknir, ið skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. juni 2025, skulu sendast til nud@nudlavirkid.fo