Lýsing
Grafiskur sniðgevi til Sansir
Hevur tú sans fyri livandi grafikki til online marknaðarføring? Vilt tú vera millum tey fremstu innan sniðgávu til talgildar miðlar? Og trívist tú í einum umhvørvi við nógvari ferð og spennandi avbjóðingum?
So er tað allarhelst tær, vit leita eftir.
Vit eru ein livandi og framsíggin samskiftisfyritøka, sum leggur dent á at skapa virði saman við kundum. Vit arbeiða á føroyska og altjóða marknaðinum og hava spennandi kundar - bæði stórar og smáar - sum seta høg krøv til nýhugsan, kreativitet og góðsku.
UM STARVIÐ
Sum sniðgevi á Sansum fert tú bæði at arbeiða við online og offline uppgávum, men serliga við livandi grafikki til talgildar miðlar - bæði í longri og styttri útgávum. Tú fært góðar umstøður og møguleikar at arbeiða kreativt við spennandi og nýskapandi átøkum. Tú fert at arbeiða nógv í toymum saman við øðrum sniðgevum, men eisini forritarum, samskiparum og ráðgevum. Inn í millum fert tú at arbeiða sjálvstøðugt, men altíð við góðum sparringsmøguleikum.
TÚ…
Hevur góð samstarvsevni
Arbeiðir skipað og effektivt
Tekur ábyrgd í tínum arbeiði
Hevur royndir við livandi grafikki
Hevur ans fyri heildini og smálutunum
Ert forvitin og fylgir væl við nýggjastu rákunum
Hevur royndir innan fakið og/ella prógv frá DMJX ella líknandi skúla
UMSÓKNARFREIST
Heldur tú, at starvið ljóðar áhugavert, so send okkum eina umsókn saman við viðkomandi skjølum í seinasta lagi 15. august. Umsóknin skal sendast til starv@sansir.fo
LØN OG SETANARTREYTIR
Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður sett skjótast tilber og lønt sambært avtalu. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Lenu L. Mohr á 299353 ella til Tór Verland Johansen á 299372.