Roknskaparfelagið Skrásettir grannskoðarar Sp/f
Útgivið
13. april 2026
Útgongur
4. maj 2026
Staður
J. C. Svabosgøta 48, P.O. Boks 2210, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Fulltíðarstarv
T-post
roknskap@roknskap.fo

Lýsing

Droymir tú um eina spennandi framtíð innan grannskoðan og roknskap?

Vit leita eftir tveimum ungum og ágrýtnum grannskoðaranæmingum, sum vilja sleppa beint út í arbeiðið og læra frá teimum bestu.

Sum grannskoðaranæmingur fert tú at arbeiða við ársroknskapum, skatti, ráðgeving og grannskoðan hjá føroyskum og altjóða kundum. Samstundis tekur tú útbúgvingina HD í roknskapi – og vit stuðla tær allan vegin.

Vit vænta av tær:

  • Tú hevur miðnámsprógv ella líknandi útbúgving. Fært tú miðnámsprógv í summar, ert tú vælkomin at søkja starvið

  • Tær dámar tøl, hevur áræði og vilt menna nýggjar førleikar

  • Tú arbeiðir sjálvstøðugt og hevur gott eyga fyri smálutum

Vit bjóða tær:

  • Eitt fjølbroytt og spennandi starv í einum lívligum arbeiðsumhvørvi

  • Møguleika at lesa víðari til cand. merc. aud. og fáa eina sterka fakliga útbúgving

  • Løn eftir avtalu

Umsókn:

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 4. mai 2026. Starvið byrjar eftir ætlan 1. september 2026.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tórur við Áir á tlf. 309400 ella skriva til torur@roknskap.fo.

Umsóknir skulu sendast umvegis Alfred ella beinleiðis til roknskap@roknskap.fo.

Um okkum: Vit eru 12 starvsfólk á Roknskaparfelagnum og arbeiða dagliga við grannskoðan, roknskapi, bókhaldi, MVG, skatti og ráðgeving. Okkara kundar eru bæði føroyskir og altjóða – og okkara arbeiði snýr seg um góðsku og samstarv.

Líknandi størv

11. maj 2026
Matstovuleiðari til matstovuna á KG   Faroe Islands nýtt
11. maj 2026
10. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið