Umhvørvisstovan
Útgivið
17. september 2025
Útgongur
5. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv

Lýsing

Vit sóknast eftir einum granskingarhjálparfólki at taka lut í granskingarverkætlan um broytingar á føroyskum firðum. Verkætlanin er eitt samstarv millum granskarar frá Umhvørvisstovuni, Fróðskaparsetur Føroya, Havstovuni, Firum og Tjóðsavninum. Endamálið er serliga at kanna, hvørjar lívfrøðiligar broytingar hava verið á føroysku firðunum seinastu øldina.

Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum.

Um starvið
Starvið fevnir í høvuðsheitum um at innsavna, skipa, skráseta og greina tilfar um føroysku firðirnar seinastu øldina.

Uppgávurnar fevna um at:

  • innsavna viðkomandi greinar, frágreiðingar og dátur um føroysku firðirnar
  • skráseta innsavnaða tilfarið í metadátagrunn
  • skipa og talgilda viðkomandi dátur í dátagrunnin
  • taka lut í at viðgera dátur
  • verða við til at skriva eitt litteratur review

Førleikar

Vit vænta at:

  • tú hevur viðkomandi hægri náttúruvísindaliga útbúgving á bachelor stigi
  • tú hevur royndir við at arbeiða í excel og øðrum líknandi forritum
  • tú dugir væl at orða teg skrivliga á føroyskum og enskum
  • tú hevur áhuga fyri og kunnleika til djóra- og plantulív, náttúru og umhvørvi
  • tú ert skipað/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • tú ert ábyrgdarfull/ur

Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir við ArcGIS, R og SQL.

Setanarviðurskifti
Starvið er eitt tíðaravmarkað starv. Lønarjáttanin til verkætlanina svarar til eitt starv sum er fulla tíð í umleið átta mánaðir fyri ein bachelorsettan eftir sáttmálanum hjá AKF. Arbeiðsstaður er á Umhvørvisstovuni á Argjum. Umsókn, prógv og CV skulu vera okkum í hendi í seinasta lagið 5. oktober 2025. Starvið verður sett 1. november 2025 ella skjótast gjørligt eftir hetta.

Søk starvið her (leinki til umsóknaroyðublað).

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Katrin Hoydal, tlf. 234371 (katrinh@us.fo ) ella Christinu Joensen, tlf. 234337 (Christinaj@us.fo)

Um granskingarverkætlanina
Firðirnir eru týðandi lívfrøðiligar framleiðslueindir og hava stóran týdning fyri mentan, samfelag og búskap. Tørvur er á betri vitan um vistskipanir á firðum, sum er ein fyritreyt fyri miðvísum arbeiði við náttúruvernd og økisnýtslu. Hetta hevur týdning fyri fyritøkur, sum hava sítt virksemi á sjónum, serliga aling og fiskivinnan, og sum ynskja at virka á burðardyggum grundarlagi. Málið við verkætlanini er at savna dátur og vísindaligar greinar, sum sett saman við ’Local Ecological Knowledge’ gevur eitt umfatandi yvirlit yvir broytingar á firðunum yvir tíð. Úrslitið fer at vísa, hvussu ymiskar mannaskaptar broytingar hava ávirkað føroyskar firðir. Nýggja vitanin fer at vera grundarlag undir framtíðar yvirvøku og umsiting av føroyskum firðum. Les meira her.

Umhvørvisstovuna Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum, uttan mun til persónligar umstøður, at søkja starvið

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið