Lýsing
Vit leita eftir einum ágrýtnum granskara til eitt postdoc-starv innan havpopulatiónsgenomikk.
Starvið
Talan er um eitt fulltíðarstarv í tvey ár við starvsbyrjan 1. november 2024, ella skjótast gjørligt hareftir. Løn- og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Starvsstaður er á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, men møguleiki er fyri granskingaruppihaldi á Globe Institute á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og/ella á Greenland Institute of Natural Resources í Grønlandi.
Um verkætlanina
Tað henda stórar umhvørvisligar broytingar í Arktis og Norðuratlantshavinum. Hetta hevur við sær, at útbreiðslan av ymiskum havdjórum eisini broytist. Hesar broytingar síggjast í ferðingarmynstrinum hjá hvali. Til dømis sæst, at grindahvalur, skjórutur springari og kjafthvítur springari ferðast longri norður í tað arktiska umhvørvið. Í Føroyum og Grønlandi verða hesi hvalasløg veidd til føði, hóast vit ikki kenna stovnsbygnaðin hjá teimum. Hetta ger tað torført at umsita hesa veiðuna burðardygt. Í hesi postdoc-verkætlan vilja vit brúka heilgenomsekvensering av sýnum, sum eru tikin í 10 ymiskum londum, til at i) kanna stovnsbygnað, sambinding, og tillaging til umhvørvi, ii) kanna, hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar kunna hava havt á hesi hvalasløg, og hvørja ávirkan hetta kann hava á framtíðina, og iii) meta um arvafrøðiliga viðbreknið hjá hesum hvalasløgum. Høvuðsendamálið er at veita vísindalig úrslit, ið kunnu brúkast í burðardyggari umsiting av hvali í Arktis og Norðuratlantshavinum.
Starvið fevnir m.a. um:
- Starvsstovuarbeiði (DNA-uppreinsing), viðgerð av dátum og greining av dátum (stovnsbygnaði og søgu, tillaging til umhvørvi og arvafrøðiligum viðbrekni).
- At skriva vísindaligar greinar til viðkomandi tíðarrit og vera við til at fyrireika frágreiðingar til fundir um umsiting av hvali.
Tú fert saman við Sunnvør í Kongsstovu at seta í verk og menna førleikar innan populatiónsgenomikk á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Tú fert at arbeiða í tøttum samstarvi við Morten Tange Olsen á Globe Institute á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og Outi Tervo og Marie Louis frá Greenland Institute of Natural Resources í Grønlandi. Tú fert eisini at hava samband við teir mongu altjóða samstarvsfelagarnar í hesi verkætlanini og verður partur av eini altjóða verkætlan, sum strembar eftir gransking á høgum stigi. Tú fært royndir við populatiónsgenomikki og bioinformatikki og at miðla tína gransking út til almenningin, onnur vísindafólk á altjóða ráðstevnum og til áhugapartar á umsitingarfundum.
Tú fert at hava atgongd til allar hentleikar, ið tær tørvar til verkætlanina (starvsstovu og teldumegi). Tú fært møguleika til at fara á granskingaruppihald á Globe Institute á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og/ella á Greenland Institute of Natural Resources í Grønlandi, tó er hetta ikki eitt krav. Hevur tú áhuga fyri tí, er eisini møguleiki fyri at undirvísa og vegleiða lesandi á B.Sc.-stigi.
Førleikakrøv
- Ph.d.-útbúgving í lívfrøði, populatiónsgenomikki, bioinformatikki ella viðkomandi øki.
- Royndir innan genomikk, populatiónsgenetikk, heilgenomdátugreining og bioinformatikk (í Unix-umhvørvi).
- Útgivið vísindaligar greinar í viðkomandi tíðarritum.
- Vera før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva í einum toymi.
- Góð samskiftisevni og áhuga fyri at miðla gransking.
Starvið verður sett sambært Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Góður málkunnleiki í føroyskum, skandinaviskum og enskum er til fyrimunar.
Umsókn, freist og samband
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, curriculum vitae, ein stutt lýsing av granskingaráhugamálum (í mesta lagi 2 síður), og sambandsupplýsingar til trý viðmæli.
Umsókn, CV og viðkomandi skjalprógv skulu latast inn her í seinasta lagi 31. juli 2024. Samrøður verða hildnar í september. Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Sunnvør í Kongsstovu (sunnvork@setur.fo ella +298 292565), Marie Louis (marie.louis@natur.gl), Morten Tange Olsen (morten.olsen@sund.ku.dk) ella Outi Tervo (outi@ghsdk.dk).
Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og 180 starvsfólk.
Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.
Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttansetursstuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.