Hagstova Føroya
Útgivið
18. juli 2024
Útgongur
4. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hagstovan framleiðir hagtøl, sum taka pulsin á føroyska samfelagnum.

Vit leggja okkum áhaldandi eftir at víðka um verandi hagtalsframleiðslur og menna nýggjar, og nú leita vit eftir nærløgdum starvsfelaga at framleiða og menna hagtøl, serliga innan burðardygd, orku og umhvørvi. Hagtøl til burðardyggu heimsmálini hjá Sameindu Tjóðum verða partur av hesum arbeiði, tó at starvið ikki er avmarkað til hetta økið.

Um teg
Tú hevur longri samfelagsfrøðiliga ella búskaparfrøðiliga útbúgving, har tú kanst vísa á, at tú í útbúgvingini hevur lagt dent á hagfrøði.Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við hagtalsframleiðslu og kennir til hagtalsframleiðsluviðgerð, umframt royndir í forritan, t.d. í R ella líknandi forritanarmálum. Hevur tú royndir við amboðum, so sum Power BI og kunnleika til SQL og dátugrunnar, er hetta eisini ein fyrimunur.Hagtølini á Hagstovuni byggja á altjóða ásetingar, so tølini eru sambærlig við onnur lond. Starvið krevur, at tú megnar at seta seg inn í neyðugar allýsingar, hugtøk, flokkingar og hagfrøðilig háttaløg. Vit vænta ikki, at tú hevur innlit í almenna hagtalsframleiðslu, men vil læra teg tað.Hagtøl hava stóran fólksligan áhuga. Tað er tí neyðugt, at tú dugir væl at samskifta, bæði skrivliga og munnliga. Ein partur av arbeiðinum er eisini at samskifta og gera samrøður við fjølmiðlar. Tað er tí væntað, at tú ert sinnað/ur at menna tínar samskiftis- og miðlaførleikar.Tað hevur týdning, at tú ert ein pragmatiskur liðspælari og trívist væl at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. Vit vænta, at tú dugir at fara niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina í huga. Tú ert fyrikomandi, forvitin, spyrt tá tú ikki veitst, dámar væl fakligar avbjóðingar og ert opin fyri áhaldandi førleikamenning.

Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn
Send umsókn við prógvum, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum til starv@hagstova.fo og skriva “Hagfrøðingur” sum evni.Fleiri upplýsingar fært tú við at venda tær til Kára Holm Johannesen, deildarleiðara á Hagdeildini á khj@hagstova.fo.Umsóknarfreistin er sunnudagin 4. august 2024 á midnátt.

Líknandi størv

Handilsfólk   Faroe Islands nýtt
5. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið