Hagstova Føroya
Útgivið
23. december 2025
Útgongur
11. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hagstovan framleiðir hagtøl, sum taka pulsin á føroyska samfelagnum. Hagtøl hava stóran týdning sum grundarlag undir almenna kjakinum og teimum avgerðum, sum verða tiknar í samfelagnum.

Menningin av almennu hagtølunum heldur fram og vit søkja nú eftir nærløgdum og ágrýtnum starvsfelaga til okkara toymi, sum framleiðir og mennir altjóða sambærlig demografi og sosialhagtøl. Demografi og sosialhagtøl fevna breitt - alt frá fólkasamanseting, arbeiði, útbúgving, inntøku, bústøðum og lívskorum.

Um teg
Tú hevur longri útbúgving innanfyri samfelagsvísindi ella hagfrøði.
Tað er ein fyrimunur, um tú kennir til hagtalsframleiðsluviðgerð og hevur royndir við størri spurnakanningum. Hevur tú kunnleika til SQL og dátugrunnar ella royndir við forritan, t.d. í R ella líknandi forritanarmálum er hetta eisini ein fyrimunur.

Hagtølini á Hagstovuni byggja á altjóða ásetingar, so tølini eru sambærlig við onnur lond. Starvið krevur, at tú megnar at seta teg inn í neyðugar allýsingar, hugtøk, flokkingar og hagfrøðilig háttaløg. Vit vænta ikki, at tú hevur innlit í almenna hagtalsframleiðslu, men vil læra teg tað.

Hagtøl hava stóran fólksligan áhuga. Tað er tí neyðugt, at tú dugir væl at samskifta, bæði skrivliga og munnliga. Ein partur av arbeiðinum er eisini at samskifta og gera samrøður við fjølmiðlar. Tað er tí væntað, at tú ert sinnað/ur at menna tínar samskiftis- og miðlaførleikar.

Tað hevur týdning, at tú ert ein pragmatiskur liðspælari og trívist væl at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. Vit vænta, at tú dugir at fara niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina í huga. Tú ert fyrikomandi, forvitin, spyrt tá tú ikki veitst, dámar væl fakligar avbjóðingar og ert opin fyri áhaldandi førleikamenning.

Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn
Send umsókn við prógvum, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum til starv@hagstova.fo og skriva “Hagfrøðingur” sum evni.

Fleiri upplýsingar fært tú við at venda tær til Kára Holm Johannesen, deildarleiðara á Hagdeildini á khj@hagstova.fo.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 11. januar 2026 á midnátt.

Líknandi størv

Leiðari til sambýlir í Havn   Faroe Islands nýtt
23. december 2025
23. december 2025
Mekanikarar til KJ á Hjalla   Faroe Islands nýtt
23. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið