Hagstova Føroya
Útgivið
13. januar 2025
Útgongur
26. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Menningin av almennu hagtølunum heldur fram og vit søkja nú eftir nærløgdum og ágrýtnum starvsfelaga at framleiða og menna hagtøl um livikor og sosial viðurskifti í Føroyum. Samskipan av hagtølum um kyn og javnstøðu verður partur av arbeiðnum.

Um teg
Tú hevur longri útbúgving innan samfelagsfrøði, búskaparfrøði ella hagfrøði. Ert tú samfelagsfrøðingur ella búskaparfrøðingur, skalt tú kunna vísa á, at tú í útbúgvingini hevur lagt dent á hagfrøði.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við størri spurnakanningum og kennir til hagtalsframleiðsluviðgerð. Hevur tú royndir við forritan, t.d. í R ella líknandi forritanarmálum, og kunnleika til SQL og dátugrunnar er hetta eisini ein fyrimunur.
Hagtølini á Hagstovuni byggja á altjóða ásetingar, so tølini eru sambærlig við onnur lond. Starvið krevur, at tú megnar at seta teg inn í neyðugar allýsingar, hugtøk, flokkingar og hagfrøðilig háttaløg. Vit vænta ikki, at tú hevur innlit í almenna hagtalsframleiðslu, men vil læra teg tað.

Hagtøl hava stóran fólksligan áhuga. Tað er tí neyðugt, at tú dugir væl at samskifta, bæði skrivliga og munnliga. Ein partur av arbeiðinum er eisini at samskifta og gera samrøður við fjølmiðlar. Tað er tí væntað, at tú ert sinnað/ur at menna tínar samskiftis- og miðlaførleikar.

Tað hevur týdning, at tú ert ein pragmatiskur liðspælari og trívist væl at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. Vit vænta, at tú dugir at fara niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina í huga. Tú ert fyrikomandi, forvitin, spyrt tá tú ikki veitst, dámar væl fakligar avbjóðingar og ert opin fyri áhaldandi førleikamenning.

Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn
Send umsókn við prógvum, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum til starv@hagstova.fo og skriva “Hagfrøðingur” sum evni.

Fleiri upplýsingar fært tú við at venda tær til Kára Holm Johannesen, deildarleiðara á Hagdeildini á khj@hagstova.fo.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 26. januar 2025 á midnátt.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið