Útgivið
17. december 2021
Útgongur
15. januar 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Hagtalsfólk til Sjúkrahúsverkið

Hevur tú áhuga fyri dáta í einum heilsuligum høpi?

Sjúkrahúsverkið hevur brúk fyri starvsfólki við hegni til tøl, dátur og hagtalsarbeiði. Megnar tú at gera skilligar greiningar og veita dáta til kliniska arbeiði og dygdar- og betranararbeiði? Megnar tú at umseta samansett og fløkt viðurskifti til vanliga talu og dátur og ganga undan í, at samskifta um og finna skynsamar loysnir um hesi? Hevur tú skipanarliga fatan av bygnaðinum í Sjúkrahúsverkinum, og dugir tú at samstarva tvørturum eina samansetta organisatión við ymiskum fakfólkum? So hava vit rætta starvið til eitt virkishugaði hagtalsfólk.

Starvið
Tú fært fjøltáttaðar uppgávur og møgulleika at arbeiða sjálvstøðugt og í samstarvi innan ymisk øki í Sjúkrahúsverkinum. Tú fært arbeiði við dáta sum grundarlagi fyri skráseting, stýring, greining og betranum av tænastunum. Dáta er grundleggjandi fyri neyvari stýring, dygdarmenning, betranarátøkum, sjúklingagongdum og tí kemur tú at samstarva tætt við starvsfelagarar í Kliniska stápi, KT-økinum og við starvsfólk annars á Sjúkrahúsverkinum.

Høvuðsuppgávurnar eru at:

  • Veita heilsudata sum grundarlag fyri arbeiðið á politiskum stigi, hjá leiðslum, dygdarmennarum, sjúklingaleiðbeinarum, klinikarum, granskarum og øðrum viðkomandi samstarvsfeløgum
  • Savna, skipa og samskipa data um virksemið og veita regluligar frágreiðingar
  • At verða bindilið millum skrásett data og hagtalsfrágreiðingar
  • Fylgja reglum fyri grundleggjandi umsitingarligu skrásetingini í Sjúkrahúsverkinum
  • Verða partur av toymum í verkætlanum um dygdarátøk
  • Ganga undan, vísa á og frálæra hvussu arbeiðast skal saman við hagtalsarbeiði

Førleikar
Vit vænta, at tú hevur akademiska útbúgving innan t.d heilsu- ella samfelagsvísund, hagfrøði, verkfrøði, KT, við førleikum til tekniska partin av hagtalsviðgerð innan Sjúkrahúsverkið.

Persónligir eginleikar
Tú megnar at taka ábyrgd, samstarva og ganga undan í at finna loysnir og byggja starvið og samstarvi upp saman við organisatiónini. Umframt at tú:

  • Megnar at raðfesta
  • Megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi
  • Hevur organisatoriskt tilvit í eini stórari organisatión
  • Ert opin og tænastusinnað/ur
  • Megnar at arbeiða ítøkiliga og tøkniliga við skiftandi verkætlanarlíkandi uppgávum
  • Ert álítandi og tryggjar reglusemi í hagtalsveitingum

Vit vænta
At tú hevur eitt útinnandi arbeiðslag, megnar at arbeiða strategiskt og skipað. Harumframt kann tað vera fyrimunur, at tú hevur royndir við ella førleikar í:

  • Statistiskum greiningum av data (Excel, BI og SQL)
  • Talgildum heilsuskipanum (Cosmic)
  • Arbeiði í Sjúkrahúsverkum
  • Arbeiði í eini politiskari organisatión og sans fyri at menna gott samband og samstarv í eini stórari organisatión
  • At samskifta og miðla
  • At arbeiða saman við fleirfakligheit

Lønar og setunartreytir smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Nærri upplýingsar um starvið fáast við at seta seg í samband við leiðaran á Kliniska stápi, Maritu Andrasardóttir á tlf. 281500 ella umvegis maran@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 15.01.2022

Starvið verður sett frá 01.03.2022 ella eftir nærri avtalu

Vinarliga søk starvið her

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og stratgimál undir leinkjuni "um okkum".

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar

Kliniskur Stápur
Kliniskur stápur er nýggjur í Sjúrkahúsverkinum og er samansettur av verandi og nýggjum virksemi. Yvirskipað hevur Kliniski stápurin ábyrgd av ymiskum tvørgangandi uppgávum saman við - og fyri klinisku deplarnar. Hesar uppgávur eru miðsavnaðar í kliniska stápinum, so tær stuðla undir virkseminum í samlaða Sjúkrahúsverkinum. Málið er, at Kliniski stápurin við sínum ymisku uppgávum, bæði er ein longdur armur og ein serstøk tænasta til klinisku deplarnar. Somuleiðis virkar stápurin sum bindilið millum Stjórn, klinisku deplarnar og deildirnar í serstøku uppgávunum hjá stápinum. Kliniski stápurin samstarvar við allar deplar og deildir og gongur undan í at samskipa, góðskutryggja og menna Sjúkrahúsverkið. Kliniski stápurin hevur uppgávur bæði í mun til sjúklingin og starvsfólkini í Sjúkrahúsverkinum. Á  Kliniski stápi eru hesi virksemi, Hagtalsserfrøði, Sjúklingaleiðbeinarar, Dygdarmennarar, Smittuverja, umframt Uttanlandstænastan, Sjúklingahotellið Tórshavn og Farmasi. Tilsamans arbeiða áleið 50 starvsfólk, við ymiskum uppgávum og útbúgvingum í skipaðum eindum í Kliniska stápi.

Líknandi størv

12. februar 2026
12. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið