Útgivið
25. november 2021
Útgongur
10. december 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Hallarvørður til Ítróttahøllina við Streymin

Sunda kommuna søkir eftir hallarvørði, at byrja 1. januar 2022 ella eftir nærri avtalu. Starvið verður eftir ætlan skipað sum eitt hálvtíðarstarv.

Høvuðsuppgávur:
Høvuðsuppgávurnar eru at taka sær av dagliga arbeiðinum í Ítróttahøllini við Streymin. Herundir er samskifti við brúkarar, samskipan av nýtsluni og røkt av høllini. 

Førleikar og persónligir eginleikar til viðkomandi, sum settur verður:

  • Evni at leggja arbeiðið til rættis og arbeiða sjálvstøðugt
  • Góð evni at samstarva og samskifta
  • Er røkin, fyrikomandi og hevur gott handalag
  • Dugur at loysa trupulleikar, tá ið á stendur
  • Trívist við broytingum og einum fjølbroyttum gerandisdegi
  • Hevur KT-førleikar á brúkarastigi

Dagliga arbeiðið er skipað í samráð við tekniska leiðara. Eisini kemur viðkomandi at arbeiða tætt saman við verandi skúlavørðum.

Setanarviðurskifti:
Starvið er hálvtíðarstarv og verður lønt sambært galdandi sáttmála millum KAF og Starvsfelagið.

Meiri kunning um starvið fæst við at venda sær til Lillian Jacobsen, tekniskur leiðari á tlf.: 297220 ella skriva teldupost til lillian@sunda.fo 

Umsókn:
Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 10. desember 2021 kl. 12.00.

Umsóknir skulu sendast til:
sunda@sunda.fo 

Merkið umsóknina “hallarvørður”

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið