Føroya Fólkaháskúli
Útgivið
13. januar 2025
Útgongur
31. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Føroya Fólkaháskúli er ein kreativur háskúli, ið leggur serligan dent á mynd- og palllist, føroyska mentan og samfelagið.

Næmingarnir eru ung og vaksin fólk. Altjóða næmingar plaga at vera partur av flokkinum á longri skeiðunum.

Vit bjóða eitt spennandi starv, og vænta at tú:

  • hevur útbúgving og royndir í at undirvísa í myndlist
  • vilt menna Háskúlan í toymisarbeiði við starvsfólki og næmingum
  • ert til reiðar at skifta millum at undirvísa sjálv/-ur, at vera vertur á skeiðum og at lofta øðrum fyrifallandi uppgávum.
  • kanst arbeiða skiftandi tíðir, tá tað krevst.

Frá mars til mai mánað og frá august til februar mánað eru búgvandi, fulltíðarnæmingar á skúlanum. Harumframt eru hópin av styttri skeiðum, mest í vikuskiftum.

Starvið verður at seta 1. mars 2025 ella eftir nærri avtalu. Starvið er tíðaravmarkað til eitt ár.

Lønin verður sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Umsóknarfreistin er 31. januar á midnátt.

Umsókin skal sendast til hedvig@haskulin.fo

Spurningar kunnu setast Hedvig Westerlund-Kapnas, stjóra, á hedvig@haskulin.fo, ella á tlf 217321, eftir kl. 16.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið