Mylnan á Smyrilsvegi
Útgivið
5. september 2024
Útgongur
19. september 2024
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Til Mylnuna á Smyrilsvegi leita vit eftir starvsfólki at arbeiða áleið 35 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er skiftandi, men vit hava serliga tørv á fólki, ið kann arbeiða morgun- og dagvaktir vanligar dagar og annaðhvørt vikuskiftið.

Í handlinum kemur tú bæði at avgreiða kundar við kassan og á gólvinum, um tørvur er á tí, at fylla vørur á hyllarnar og sum heild at halda handilin penan og innbjóðandi.

Ert tú ábyrgdarfull/ur, fyrikomandi og røsk/raskur, og hevur tú hug at gerast partur av toyminum hjá okkum, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2318.

Talan er um eitt farloyvisstarv í eitt ár fyrst, við møguleika fyri føstum starvi eftir hetta. Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Honnu Haraldsen, handilsleiðara, á telefon 275048.

Líknandi størv

9. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið