P/F SMS
Útgivið
10. september 2024
Útgongur
21. september 2024
Staður
Denmark
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Til Bónus í Miðlon leita vit eftir einum fryntligum og fyrikomandi starvsfólki, ið leggur í at geva kundunum bestu innkeypsupplivingina.

Tú kemur millum annað at avgreiða kundar við kassan, at fylla vørur út í handilin, og at syrgja fyri, at handilin er snøggur og innbjóðandi.

Talan er um eitt starv á áleið 25 tímar um vikuna, har arbeiðstíðin vanliga er í dagtímunum frá kl. 8.30 til kl. 16.00. Hevur tú ynski til tímatal um vikuna og/ella arbeiðstíðir, eru vit til at práta við.

Vit hava ein góðan starvsfólkahóp, har vit í felag loysa dagligu uppgávurnar.

Vit ynskja av tær, at tú er vinalig/ur, og at tú hevur lætt við at samskifta við starvsfelagar og kundar 🙂

Ert tú áhugað/ur í at gerast partur av toyminum í Miðlon, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2324.

Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Bárður Olsen, handilsleiðara, á telefon 233441

Líknandi størv

21. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið