Bónus Miðvágur
Útgivið
27. marts 2026
Útgongur
7. april 2026
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Til Bónus í Miðvági leita vit eftir einum fryntligum og fyrikomandi starvsfólki, ið leggur í at geva kundunum bestu innkeypsupplivingina. Tú kemur millum annað at avgreiða kundar við kassan, at fylla vørur út í handilin, og at syrgja fyri, at handilin er snøggur og innbjóðandi.

Talan er um eitt starv á áleið 39 tímar um vikuna, har arbeiðstíðin vanliga er í dagtímunum frá kl. 8.30 til kl. 16.00 mánadag til fríggjadag og fjórða hvønn leygardag.

Vit hava ein góðan starvsfólkahóp, har vit í felag loysa dagligu uppgávurnar. Vit ynskja av tær, at tú er vinalig/ur og at tú hevur lætt við at samskifta við starvsfelagar og kundar 🙂

Ert tú áhugað/ur í at gerast partur av toyminum í Miðvági, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Mariu Hansen, handilsleiðara, á telefon 233446.

søk starvið her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið