Lýsing
Til Bónus í Saltangará leita vit eftir einum fryntligum og fyrikomandi starvsfólki, ið leggur í at geva kundunum bestu innkeypsupplivingina. Tú kemur millum annað hava ábyrgdina av frystaranum, herundir vørubílegging og uppfylling, umframt annað fyrifallandi handilsarbeiði.
Talan er um eitt starv á áleið 35 tímar um vikuna, har arbeiðstíðin vanliga er í dagtímunum frá kl. 8.30 til kl. 16.00 mánadag til fríggjadag og annaðhvønn leygardag.
Vit hava ein góðan starvsfólkahóp, har vit í felag loysa dagligu uppgávurnar. Vit ynskja av tær, at tú er vinalig/ur og at tú hevur lætt við at samskifta við starvsfelagar og kundar 🙂
Ert tú áhugað/ur í at gerast partur av toyminum í Saltangará, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna her: https://sms.totalview.cloud/recruitment/Application/Index/2343.
Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Elin á Torkilsheyggi, handilsleiðara, á telefon 288833.