
Lýsing
Til Mylnuna á Berjabrekku leita vit eftir fólki at arbeiða um 30-35 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er skiftandi, men vit hava serliga tørv á fólki, ið kann arbeiða morgun- og dagvaktir vanligar dagar og annaðhvørt vikuskiftið.
Í handlinum kemur tú bæði at avgreiða kundar við kassan og at vegleiða teimum á gólvinum, um tørvur er á tí, at fylla vørur á hyllarnar og sum heild at halda handilin snøggan og innbjóðandi.
Hjá okkum verður tú partur av einum toymi, ið arbeiður tætt saman, og er tað týdningarmikið, at tú ert sosial/ur, fryntligur og fyrikomandi.
Hevur tú hug at gerast partur av toyminum, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna her: https://sms.totalview.cloud/recruitment/Application/Index/2341.
Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Joan E. Justinussen, handilsleiðara, á telefon 769091.