Rumbul
Útgivið
11. juni 2025
Útgongur
25. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hug at arbeiða í einum livandi, fjølbroyttum og kundavinarligum umhvørvi?

Vit í Rumbli sóknast eftir einum fyrikomandi og ábyrgdarfullum starvsfelaga til eitt fulltíðarstarv. Tú verður partur av einum toymi, har vit dagliga arbeiða við at skapa eina góða uppliving fyri okkara kundar og tryggja, at handilin altíð er innbjóðandi.

Tínar arbeiðsuppgávur

  • Viðlíkahalda títt egna øki í handlinum (bíleggja vørur, fylla upp og hampa øki)
  • Hjálpa tínar starvsfelagar
  • Avgreiðsla av kundum við kassan
  • At hjálpa til við at halda handilin ruddiligan og skipaðan
  • Aðrar gerandisligar uppgávur í dagliga rakstrinum

Vit vænta, at tú

  • Ert tænastusinnað/ur og fyrikomandi
  • Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Hevur evni at arbeiða skjótt og skipað
  • Eisini tá nógv er at gera
  • Ert álítandi

Vit bjóða tær
Eitt starv í einum livandi og fjøltáttaðum handilsmiljø
Góð samstarvsfólk og jaligan arbeiðsmentan
Kundi tú hugsa tær at verið partur av toyminum hjá okkum, ert tú vælkomin at skriva nøkur orð um teg sjálva/n umvegis síðuna her: https://sms.totalview.cloud/recruitment/Application/Index/2354.

Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Andreas Nielsen, handilsleiðara, á 270304.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið