Lýsing
Eitt sterkt toymi skal uppbyggjast til SPORT 24 Outlet í Hoyvík. Ein leiðari, ein lærlingur og trý hjálparfólk eru á toyminum, men okkum tørvar ein afturat. Tú ert ein, ið kann arbeiða uml. 30 tímar um vikuna, og ert ein sum er lagaligur viðvíkjandi arbeiðstíðum.
Handilin er opin gerandisdagar frá 10 – 18 og leygardagar frá 10 – 16. Tú kemur at arbeiða skiftandi tíðir gerandisdagar og onkran leygardag. Tað kann væntast við fleiri tímum í samband við feriu, jólasølu og líknandi.
Starvsbyrjanin skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Tað er sera týdningarmikið at umsøkjarin dugur at samskifta við kundarnir á Føroyskum (It is impotant, that you can speak faroese).
Sum starvsfólk vænta vit annars, at tú dugur, at:
- Veita kundatænastu og ert fyrikomandi
- Samskifta við kundarnir við einum vegleiðandi og vinarligum hugburði
- Tekur ábygd og ert skipað/ur
- Síggja, nær handilin hevur tørv á eini uppfrískan
Umsókn
Í umsóknini ynskja vit, at tú greiðir frá, hvat tú gert til dagligt, og hvørjar væntanir tú hevur av einum starvið í SPORT 24 Outlet
Vit gleða okkum at hoyra frá tær áðrenn 16. august kl. 12
Umsóknin skal sendast til asa@sport24.fo
Um tú hevur spurningar, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásu Pólsdóttir, starvsfólkaleiðara, gerandisdagar millum kl. 10:00 – 15:00, á tlf. 257786.
_______________________________________________________________________
SPORT 24 Føroyar umfatar tríggjar handlar, sum eru: SPORT 24 Klaksvík, SPORT 24 Tvøroyri og SPORT 24 Outlet í Hoyvík. Umframt hesar eindir, so eru starvsfólk eisini tilknýtt goymsluni, kontórinum - og TEAM SPORT, sum er søla til ítróttarfeløg og líknandi.