P/f Thomas Dam á Hálsi
Útgivið
8. februar 2024
Útgongur
20. februar 2024
Staður
Heykavegur 3, 100-Tórshavn, Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
T-post
post@thomasdam.fo

Lýsing

Elskar tú handilarbeiði, og er tú til veitslu, hugna og matgerð, so er arbeiði í Veitslu- & køksbúðini á Hálsi kanska júst nakað fyri teg.

Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv ella lærlingapláss fulla tíð.

Starvsuppgávurnar eru alt vanligt handilsarbeiði umframt kundaavgreiðsla, vørumóttøka, uppfylling, ordraavgreiðsla frá netbúðini, dekorering og virka fyri meirsølu.

Um okkum
Handilsfyritøkan Thomas Dam & Co varð stovnað í 1946. Millum fólk eru vit kend, sum Thomas Dam á Hálsi og reka vit heilsølu,  handlarnar  Hegns- & náttúrubúðina  og Veitslu- & køksbúðina, umframt netbúðina thomasdam.fo.

Vit halda til á Heykavegi 3 á Hálsi í Havn.
Í løtuni eru vit 13 starvsfelagar og vit leggja okkum eftir dygd, menning og trivna.
Hevur starvið tín áhuga send okkum eina umsókn á  post@thomasdam.fo.

Umsóknarfreist er 20.februar 2024. Starvið verður sett so skjótt skikkaður umsøkari er funnin. 

Løn sambært avvarðandi sáttmála.

Thomas Dam á Hálsi
Heil- og smásøla.
Heykavegur 3
Tórshavn
Tlf: 311400
post@thomasdam.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið