Lýsing
Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, er eitt lærupláss hjá Norðoya Litbúð kanska júst nakað fyri teg!
Sum lærlingur fært tú innlit í sølu, vørukunnleika og dagligan rakstur. Tú verður partur av einum toymi, ið arbeiðir fyri at geva kundum dygdarráðgeving, góða tænastu og eina góða keypsuppliving.
Vit hava deildir innan máling, gólv, teppir, tekstil, dýnur & koddar, búnýti og listvørur.
Vit vænta, at tú hevur áhuga fyri teimum vørum og tænastum, ið vit veita, og at tú hevur áhuga í at nema tær kunnleika fyri og innlit í hesi øki.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
- at ráðgeva og hjálpa kundum at finna røttu loysnina
- at tryggja, at vørurnar verða vístar fram á snøggan og innbjóðandi hátt
- at arbeiða við sølu og góðari kundatænastu
- at vera ein virkin partur av dagliga rakstrinum
Vit vænta, at tú:
- ert fyrikomandi, røkin og ert fleksibul
- hevur lætt við at samskifta og samstarva
- ert framfýsin og ágrýtin
- arbeiðssom/samur og ábyrgdarfull/ur
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
Starvið verður sett so skjótt sum vit hava funnið rætta viðkomandi.
Umsókn við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til litir@litir.fo
Hevur tú okkurt at spyrja um í sambandi við starvið, kanst tú venda tær til Harley Bertholdsen á telefon 457300 ella 287300 ella umvegis t-post: litir@litir.fo
Norðoya Litbúð
Klaksvegur 89
FO 700 Klaksvík
Tel. 457300
litir@litir.fo