Hiti
Útgivið
7. juni 2024
Útgongur
30. juni 2024
Staður
Karlamagnusarbreyt 4, 188 Hoyvík, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
aki@hiti.fo

Lýsing

Starvið
Tú verður partur av einum toymi, sum veitir HVS til fyritøkur, stovnar og privatbrúkarar. Tú sleppur at taka ábyrgd eftir áhuga og førleika, og tú verður við í alskyns uppgávum so sum sølu og ráðgeving, telefon- og teldupostavgreiðslu, vørukeyp, vørumóttøku, -vøruframsýningum, marknaðarátøkum og nógvum øðrum spennandi uppgávum.

Vit ynskja

  • At tú hevur FHS ella tað sum hægri er.
  • Tú hevur góðan læruhug og vísir opinleika og forvitni.
  • Tú ert eisini fyrikomandi og málsøkin og kanst arbeiða sjálvstøðugt líka væl sum í toymi.
  • Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga, og tær dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði kundanum og handlinum.

Vit bjóða 

  • Eittgott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú fært møguleikar at menna teg persónliga og fakliga og sleppur at seta tíni fingramerki á arbeiðsdagin.
  • Tú fært eina skipaða lærutíð, og tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála.

Forvitin?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Áka Mortensen á tel 541719 ella á aki@hiti.fo.

Umsóknir
Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum skulu sendast til Hita á aki@hiti.fo. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta persóninum. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Líknandi størv

Sýnsfólk   Faroe Islands nýtt
5. februar 2025
5. februar 2025
Tekniskt starvsfólk   Faroe Islands nýtt
5. februar 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið