Lýsing
Starvið
Tú verður partur av einum toymi, sum veitir HVS til fyritøkur, stovnar og privatbrúkarar. Tú sleppur at taka ábyrgd eftir áhuga og førleika, og tú verður við í alskyns uppgávum so sum sølu og ráðgeving, telefon- og teldupostavgreiðslu, vørukeyp, vørumóttøku, -vøruframsýningum, marknaðarátøkum og nógvum øðrum spennandi uppgávum.
Vit ynskja
- At tú hevur FHS ella tað sum hægri er.
- Tú hevur góðan læruhug og vísir opinleika og forvitni.
- Tú ert eisini fyrikomandi og málsøkin og kanst arbeiða sjálvstøðugt líka væl sum í toymi.
- Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga, og tær dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði kundanum og handlinum.
Vit bjóða
- Eittgott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú fært møguleikar at menna teg persónliga og fakliga og sleppur at seta tíni fingramerki á arbeiðsdagin.
- Tú fært eina skipaða lærutíð, og tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála.
Forvitin?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Áka Mortensen á tel 541719 ella á aki@hiti.fo.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum skulu sendast til Hita á aki@hiti.fo. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta persóninum. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.