Lýsing
Gongur tú høgt uppí kundarøkt og sølu? Kemilux
søkir eftir einum handilslærlingi til handilin á
Hjalla. Ert tú tann, vit leita eftir?
Sum handilslærlingur, kemur tú at starvast við dugnaligum og góðum
starvsfeløgum, sum læra teg upp innan vørur hjá okkum og okkara veitarum,
tænastum og framleiðslu. Lærutíðin kemur at innibera fulla tíð í handlinum og
nøkur skúlaskeið.
Arbeiðsuppgávur
- Avgreiðsla og vegleiðing av kundum
- Áfylling og skipan av vørum í handlinum
- Móttøka og skráseting av vørum
- Syrgja fyri at handilin altíð er ruddiligur og innbjóðandi
- Luttaka í tilboðum og átøkum
Vit vænta, at tú
- hevur áhuga fyri sølu og kundatænastu
- ert tænastusinnað/-ur
- ert forvitin og áhugað/-ur í at læra um vørur o.a.
- arbeiðir effektivt og proaktivt
- ert álítandi og stundislig/-ur
- hevur lokið miðnámsútbúgving ella líknandi
Vit bjóða
- eina góða og skipaða lærutíð
- eina spennandi handilsútbúgving
- góðar umstøður fyri bæði fakligari og persónligari menning
- fjølbroyttar møguleikar innan handil
- møguleika fyri føstum starvi eftir lokna lærutíð
Lærutíð: 2 ár við HH/HF/STX prógvi
Spurningar?: Christina Hansen, stjóri - christina@kemilux.com +298 216713
Umsókn og lívrensil: Skjótast gjørligt til christina@kemilux.com
Starvsstaður: á Hjalla 14, 188 Hoyvík
Umsóknarfreist: Skjótast gjørligt
Byrjanardato: Skjótast gjørligt
Arbeiðstíð: 40 tímar um vikuna